Føroyska sangskrivara duoin Baroli Music, ið eru Bàrður Háberg og Óli Jógvansson, liggur hesa vikuna nummar 1 á japanska sølulistanum við 46.000 seldum fløgum saman við songkvinnuni Koda Kumi.
Lagið LOL er fyrsta stakfløgan av nýggju fløguni hjá Koda Kumi, ið hevur selt seg upp á ovastu rók á japanska sølulistanum.
Koda Kumi er vælumtókt songkvinna í Japan, sambært Baroli, ein av best umtóktu tónlistafólkunum har. Nú ein vika, síðan hon gav fløguna út, og her valdu tey at brúka lagið hjá Baroli sum fyrsta staklag og lagið sum fløgan verður marknaðarførd við. Higartil er lagið spælt 67.000 ferðir á Youtube.
Lagið er sambært Bárði Háberg úr Baroli eitt fjollilag, kanska fellur tað ímillum Gangnam Style og The Fox, og teksturin er eitt bland millum japankst og enskt.
Baroli hava seinastu árini skrivað tónleik til alt fleiri tónleikanøvn bæði í Asia og USA, m.a. var sangurin Better in Stereo úr Disneyrøðini Liv & Maddie eitt stórt hitt, og er ivaleyst mest seldi føroyski sangur nakrantíð.
Til ber at hoyra lagið LOL við Koda Kumi omanfyri. Men á summum teldum riggar tað ikki, tá ber til at hyggja her