Øll børn, sum ganga í frítíðarskúlum í Havn ella á Margarinfabrikkini, sleppa komandi dagarnar, at beistast og hugna sær í Gundadali.
Ìtróttarhøllin á Hálsi, Batmintonhøllin, parkeringsøkið uttanfyri Batmintonhøllina, vallirnir og virðarlundin verða nevniliga karmur um eitt sera forvitnsligt tiltak komandi tríggjar dagarnar.
Eini 400 børn fara at renna stafettir og kappast á ymsan hátt, tey fara á eina skattajakt í viðarlundini og mangt annað.
Børnini fara at renna runt á øllum økinum, til hesar ymsu postarnar, har tiltøkini verða gjørd saman við børnunum.
Bogi Andreasen, sum dagliga er pedagogur á Margarinfabrikkini sigur, at hetta verður eitt tiltak, sum fer at loyva børnunum at hugna sær saman.
Fjølbroytt skrá
Bogi greiðir frá, at tveir teir fyrstu dagarnir serliga verða merktir av kappingum, meðan seinasti dagurin verður merktur av hugna.
? Vit hava leigað eina hoppiborg, og vit hava fingið løgregluna og brandmennirnar at koma oman at vísa okkum sínar bilar. So verða eisini onnur spennandi tiltøk á skránni, greiðir Bogi frá.
Hann sigur, at tað ikki fer at kosta børnunum nakað at verða við, tí tiltakið er fíggjað av øllum frítíðarskúlunum í felag, umftramt at Tórshavnar Kommuna eisini hjálpir til fíggjarliga.
Kanska setast í ein kassa!
Ì sambandi við barna-OL dagarnar, heitir Bogi Andreassen á allar bilførarar, um at vísa størsta varðsemi, tá ið koyrt verður í Gundadalsøkinum miku-, hós- og fríggjadagin. Umleið 400 børn fara at renna runt á øllum økinum, so koyrið varliga!