Barnabók hjá Bárði Oskarsson innstillað til virðisløn í útnorði

Barnabókin, Ein hundur, ein ketta og ein mús, er innstillað til bókavirðisløn Útnorðurráðsins 2006. Hetta avdúkaði føroyska ummælisnevndin alment á tíðindafundi í Miðlahúsinum í Vágsbotni mánakvøldið

Tað er Bókadeild Føroya Lærarafelags, ið hevur givið út barnabókina, sum 33 ára gamli, Bárður Oskarsson, hevur skrivað og prýtt við myndum.
Bókin kom út í 2004 og ummælisnevndin, sum er mannað við Helenu Dam á Neystabø, Oddfríði Rasmussen og Oddvør Johansen, heldur, at barnabókin hjá Bárði bæði í teksti og myndum er nýskapandi í føroyskum bókmentum.

Vent á høvdið

- Tað er klassiskt, at hundurin er óvinur við kettuna, og at kettan er óvinur við músina  og enntá etur hana, um hon er svong. Bárður Oskarsson hevur viðgjørt hetta klassiska evnið og hevur vent tí á høvdið, sigur ummælisnevndin.

Tað var í 1999, at Útnorðurráðið samtykti at stovna eina barna-og ungdómsbókavirðisløn í útnorði  Føroyum, Íslandi og Grønlandi.

Annaðhvørt ár verður soleiðis besta bara-ella ungdómsbókin vald í Føroyum, Íslandi og Grønlandi, og millum hesar tríggjar bøkurnar, sum verða innstillaðar, verður ein vinnari valdur.

Virðislønin er 60.000 krónur, og haraftrat vil Útnorðurráðið hjálpa til at skipa fyri útgávu av vinnarabókini í útnorði og í norðurlondum.

At kveikja

Endamálið við virðislønini er at menna og kveikja áhugan hjá rithøvundum at skriva bókmentir fyri børn og ung.

Eisini vil Útnorðurráðið menna samband og eina kenslu av felagsskapi millum londini í útnorði og slóða fyri, at børn og ung í hesum londum fáa meira at vita um bókmentir og mentan hjá hvørjum øðrum, bæði innan og uttan skúlagátt.

- Virðislønin ber vónadi í sær, at fleiri bøkur verða umsettar til íslendskt, føroyskt og grønlendskt mál eins og til skandinavisk mál.

Ummælisnevndin vísir á, at ein fyritreyt fyri, at ein vinnarabók kann finnast er, at handritið verður týtt til bæði grønlendskt og íslendskt.

- Hesi handrit eru sjálvsagt til taks, um tað eydnast feløgunum at fáa forløg í øðrum londum at geva bøkurnar út.

Íslendskar bøkur

Virðislønin er higartil latin tvær ferðir, og báðu ferðirnar hava tað verið íslendingar, sum hava vunnið prísin. Íslendsku bøkurnar eru eisini komnar út í Føroyum.

Ummælisevndin sigur, at í ár skuldi besta barna-og ungdómsbókin veljast millum bøkur, sum eru útkomnar í tíðarskeiðnum, 1. januar 2003 til 1. januar 2006.

- Talan skal vera um upprunabók, og tað merkir, at endurútgávur av eitt nú ævintýrum ella søgum ikki verða tiknar við í metingini.

Men hví eru so hesar reglur staðfestar í reglunum?

- Jú, endamálið við hesum er at eggja høvundum at skriva nýggjar bøkur, sigur ummælisnevndin, sum hevur innstillað bókina hjá Bárði til virðislønina fyri 2006.

Framsýning

Føroysku bøkurnar, sum áður hava verið innstillaðar til virðislønina, eru Kuffi eftir Brynhild Andreassen og Loppugras eftir Sólrun Michelsen.

Saman við innstillaðu bókini hjá Bárði Oskarsson, Ein hundur, ein ketta og ein mús, vórðu nógvar aðrar barna-og ungdómsbøkur vístar fram í Miðlahúsinum mánadagin, eitt nú hesar báðar, sum áður eru innstillaðar.

- Tað er okkara vón, at bókavirðisløn Útnorðurráðsins kann eggja føroyskum rithøvundum at taka táttin upp at skriva barna-og ungdómsbøkur, sigur ummælisnevndin.

Tað var Helena Dam á Neystabø, sum førdi orðið vegna ummælisnevndina á tíðindafundinum í Miðlahúsinum mánadagin.

Hendrik Old, løgtingsmaður, sum í løtuni er formaður í Útnorðurráðnum, var eisini við á tíðindafundinum, og tað vóru foreldrini hjá høvundanum, Hermann og Anna Maria, eisini.

Um giraffar

Niels Jákup Thomsen á Bókadeild Føroya Lærarafelags var eisini við á tíðindafundinum, og hann visti at siga, at bókin hjá Bárði um hundin, kettuna og músina verður umsett til eitt nú franskt.

Hann visti eisini at siga, at Bárður arbeiðir við eini nýggjari bók, sum kemur út komandi ár, og hendan bókin er um giraffar.
- Í løtuni er heitið á bókini, Poul  hin kuli giraffurin, segði Niels Jákup Thomsen, sum ikki duldi, at hann heldur nógv um avrikini hjá unga høvundanum.

Helena Dam á Neystabø greiddi eisini frá, at umframt at verða við í kappingini um virðisløn Útnorðurráðsins, kunnu bøkur, sum verða innstillaðar til virðislønina, nú eisini prýðast við einum merki, sum sigur frá, at bókin er innstillað til hesa virðisløn.

Í Føroyum, Íslandi og Grønlandi situr ein trímannað ummælisnevnd og nevndin, sum tekur støðu til virðisløn Útnorðurráðsins, er mannað við einum umboði úr hvørjum landi.

Myndatekstir:

1)Ummælisnevndin...

Í føroysku ummælisnevndini sita Oddfríður Rasmussen, Helena Dam á Neystabø og Oddvør Johansen. Ein av teimum trimum verður við í nevndini, sum skal taka støðu til, hvør fær virðisløn Útnorðurráðsins Mynd: Vilmund Jacobsen

2)Niels Jákup Thomsen...

Niels Jákup Thomsen, Bókadeild Føroya Lærarafelags, visti at siga, at barnabókin hjá Bárði nú verður týdd til franskt Mynd: Vilmund Jacobsen

3)Hermann og Anna Maria...

Rithøvundurin, Bárður Oskarsson, var ikki við á tíðindafundinum, tí hann er ikki heima. Men tað vóru foreldur hansara, Hermann og Anna Maria, í staðin. Mynd: Vilmund Jacobsen

4) Hendrik Old...

Hendrik Old, formaður í Útnorðurráðnum, var eisini við á tíðindafundinum í Miðlahúsinum Mynd: Vilmund Jacobsen