Barnafestivalurin útseldur

Eftirspurningurin eftir atgongumerkjum til Barnafestival hevur verið so mikið stórur, at festivalurin nú er útseldur Nú er greitt, at atgongumerkjasølan til Barnafestivalurin er av, tí ongi atgongumerki eru til taks.

Eftirspurningurin hevur verið so mikið stórur, at yvir 2000 atgongumerki eru farin, og tískil er Barnafestivalurin nú útseldur.

Um tað X-Factor stjørnan Mohammed, sum er orsøkin til, at atgongumerkini eru blivin skrædd burtur, skal verða ósagt, men í øllum førum vóru tað nakrir ovurfegnir fyrireikarar, ið portalurin hitti í dag.

 

-Vit eru ótrúliga bilsin av hvussu stórur eftirspurningurin hevur verið, og vit høvdu als ikki væntað, at vit fóru at hava tørv á meiri enn 2000 atgongumerkjum, sigur Bogi Andreassen, fyrireikari.