Barnagarð til landssjúkrahúsið!

Aftursvar til Jógvan við Keldu

Jógvan við Keldu løgtingsmaður hevur sett mær nakrar áhugaverdar spurningar, um málið viðvíkjandi barnagarðinum til landssjúkrahúsið.
Spurningarnir, sum vóru 9 í tali, stóðu í bløðunum mikudagin.
Tað, sum hevur týdning í hesum sambandi er at skilja, hví barnagarðurin til landssjúkrahúsið er í serligari støðu, og hví hann eigur at verða viðgjørdur fyri seg, eftir at barnagarðsøkið er lagt út til kommunurnar at røkja.
Barnagarðurin er eitt mál fyri seg, og skal loysast serstakt.
Landsstýrismaðurin arbeiðir við eini prinsipiellari loysn, sum skal verða langsiktað og sum kann nýtast sum fyrimynd, um líknandi tørvur skuldi víst seg aðrastaðni.
Vísir seg tørvur á barnagørðum aðrastaðni, sum eru opnir døgnið runt, er onki til hindurs fyri, at spurningurin aftur verður tikin upp til tað tíð. Reaktiónirnar sum hava verið at sæð og hoyrt ímóti ætlanini hjá samgonguni um at byggja barnagarð til landssjúkrahúsið, hava m.a. gingið út uppá, at "fær Havnin, so skulu vit eisini hava".
Slíkt er óseriøsit. Ynskir onkur okkurt, má orsøkin verða onnur enn, tí "at Havnin fær". Har má verða fingin til vega ein tørvsmeting, sum lýsir støðuna, og svarar uppá spurningar, sum t.d. um trupulleikin við at fáa læknar og sjúkrasystrar og onnur at søkja størv á staðnum er orsakað av manglandi barnaansing.
--
At barnagarðsøkið er lagt út til kommunurnar at røkja er eisini orsøkin til, at landsstýrismaðurin er í samráðingum við Tórshavnar Kommunu (hereftir TK) um eina loysn á hesum máli, við tí fyri eyga, at TK eisini átekur sær sína ábyrgd.
Frá almennari politiskari síðu er rætt at miðja eftir so góðum kørmum sum møguligt, soleiðis, at tænastan á Landssjúkrahúsinum kann verða á einum dygdargóðum støði fyri alt Føroya fólk. Men so harfrá og at krevja, at TK skal átaka 100 % ábyrgd av einum barnagarði, sum vit politiskt ynskja skal verða opin 24 tímar um døgnið, kann ikki verða rætt.

Kjak um peningarenslið millum valdømini
Jógvan við Keldu vísir á munin millum skattainntøkur og almenn/privat størv í ávíkavist TK og øðrum kommunum, og setir soleiðis hesar upp ímóti hvørjum øðrum. Vit eiga hinvegin at minnast til, at hvør av øðrum liva má. Og soleiðis er tað óansæð, hvør tú ert, ella hvaðani tú ert, ella hvørja kommuna talan er um. Og soleiðis er tað eisini óansæð um einum dámar betur almenn størv ella privat. Í einum samfelagið sum okkara er alneyðugt við øllum góðum kreftum, almennum sum privatum, óansæð um hesar búleikast í Havnini ella aðrastaðni í landinum.
Og so kann eg leggja tað afturat, at hóast spurt verður um munin millum Havnina og onnur øki, og um sambandið teirra millum, so verður neyvan í nøkrum blaðgreinum møguligt at geva eina sakliga lýsing, hvørki av peningarenslinum millum valdømini, ei heldur av støðuni í hvørjum valdømi sær.
Lat okkum heldur síggja samfelagið út frá tí sjónarvinkli, at hóast ósemjur og stríð, so liva øll øki í landinum av hvørjum øðrum og hava gagn av hvørjum øðrum; og allir tættir á arbeiðsmarknaðinum liva somuleiðis av hvørjum øðrum og hava gagn av hvørjum øðrum. Soleiðis eru spælireglurnar í okkara lítla men fjølbroytta samfelag.
Latum okkum so at enda standa saman og stuðlað landsstýrismanninum hjá okkum í hesum máli. Hann roynir hóast alt at fáa eina skilagóða og langsiktaða loysn á málinum. Hann er farin til verka og dregur hvørki valdømisstríð ella partapolitikk inn í málið!