Barnakekkur skal eggja føroyingum at fáa fleiri børn

Føroyingar skulu taka skipanina við barnakekkinum upp aftur.

Tað heldur Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin.

Nú Løgtingið viðgerð ólavsøkurøðuna hjá løgmanni, nam tingmaðurin hjá Miðflokkinum við trupulleikan við fólkatalinum.

 

Hann nevndi í hesum sambandi, at í hesum sambandi hevur onki politiskt tiltak fyri at fáa fólkatalið at veksa, eydnast so væl, sum barnakekkurin, sum var síðst í áttatiárunum, har tað almenna veitti beinleiðis peningaligan stuðul til foreldur, sum fingu børn.

 

Hann sigur, at tað  førdi til eitt ”baby boom” í Føroyum, sum ongantíð áður.

 

Hann vísir á, at tá vórðu so nógv børn fødd, at tað síðani hevur verið neyðugt at byggja alskyns skúlar og útbúgvingar, út, so vit njóta framvegis gott av teirri bylgjuni.

 

Nú mælir hann samgonguni til at taka spurningin um barnakekk upp aftur.

 

Hann sigur, at tað er prógvað at tað gevur úrslit, so tað undrar hann stórliga, at barnakekkurin ikki kemur aftur.

 

Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, er ikki sannførd um, at tað var barnakekkurin, sum førdi til, at so nógv børn vóru fødd.

 

- Orsøkin kann eisini vera, at tað vóru góðar tíðir og bógvar kvinnur í burðarførum aldri.

 

Men Bill Justinussen vísti á, at vit hava eisini havt góðar tíðir síðani, uttan at tað hevur ført til, at fleiri børn vórðu fødd.

 

Annars vísir uppgerðin hjá hagstovuni, at talið á børnum, sum vórðu fødd tey 10 árini frá 1985 til 1994, hetta:

1985: 739

1986: 787

1987: 779

1988: 864

1989: 928

1990: 943

1991: 861

1992: 805

1993: 759

1994: 666