Skrímslið litla systir mín við Leikhúsinum Tíu Fingra er søgan um ein drong, sum ferðast gjøgnum myrkar skógir og eftir vandamiklum drekagøtum til heimsins enda og lærir at vera góður við lítlasystir.
Eivør Pálsdóttir hevur gjørt tónleikin, og bók við søguni og fløgu verður til keyps í Norðurlandahúsinum. Eivør gevur eina stutta barnakonsert millum sýningarnar.
Sýningin hevur vunnið virðirsløn sum "barnaleiksýning ársins 2012" í Islandi, og varð sýndur á Tjóðleikhúsinum september - november 2012.
Helga Arnalds, IS, hevur skrivað, sniðgivið og er einaleikari Charlotte Bøving, DK, er leikstjóri Eivør Pálsdóttir hevur gjørt tónleikin
Skrímslið litla systir mín er einaleikara tónlista- dukku- og skugguleik fyri børn 4 - 94 ár.
Helga Arnalds bjóðar áskoðarunum inn í hvítan pappírsheim. Pappírið verður livandi og umformast til leikararnar í søguni. Høvuðsleikari er ein lítil drongur sum hevur fingið aina lítlasystir. Drongurin uppdagar skjótt, at hon ikki er nakað almindeligt pinkubarn, men ein greýla sum etur mammuna og pápan - kanska allan heimin. Drongurin fer á langa ferð at finna hjálparar, so hann kann fáa foreldrini aftur úr búkinum hjá systrina. Á ferðina hittir hann Drekan, Grátisurruna, og gosfjallatrøllið Surtur. Hann verður noyddur at seta seg í samband við systrina og tá søgan endar er hann blivin góður við lítla skrímslið. Søgan verður søgd við pappíri, skuggum, tónleiki og sjónleikasnildum | |