2. árið á rað verður skipað fyri nósabarnaprixi, og aftur í ár er áhugin ómetaliga stórur. Tey flestu umførini eru nevniliga fullteknað.
? Tað er avgjørt brúk fyri eini slíkari kapping fyri tey, sum eru yngri enn fimtan ár, tí eingin kapping hevur verið fyri børn fyrr, sigur ein av fyrireikarunum James Olsen.
Í fjør var prixið um heystið, men í ár verður tiltakið um summarið, og fleiri av umførunum vera á stevnum, og finalan verður á ólavsøku.
? Tað eru ikki serliga nógv tiltøk fyri børn á stevnunum sum heild, og tí eru útlit fyri, at vit kunnu fáa enn fleiri áskoðarar til tiltøkini, sigur Mark Joensen, sum aftur í ár er við til at skipa fyri sangkappingini.
Lutakast um luttakarar
Tá fleiri tekna seg, enn pláss er fyri, mugu fyrireikararnir gera av, hvør sleppur við, og hvør verður við sviðusoð. Hetta verður gjørt við lutakasti, og fyrireikararnir ásanna, at onkrir góðir sangarar kunnu detta burturímillum á hendan hátt.
Slagið av sangum spennir víða. Fleiri velja at syngja kendar sunnudagsskúlasangir, meðan onnur syngja vanligar barnasangir. Øll í aldrinum 7 til 14 ár kunnu luttaka.
Mark og James seta seg eisini í samband við foreldrini fyri at kanna, um tilmeldingin er í lagi, so at sleppast kann undan, at foreldur ella børn hava boðað frá luttøku í óðum verkum.
? Vit vóru snøgt sagt tiknir á bóli síðsta ár, sigur Mark, tá tosað verður um støðið á kappingini í fjør.
? Tey flestu børnini duga ómetaliga væl at syngja, og við hesum tiltakinum sleppa tey at vísa, hvat tey duga. Nógv verður gjørt við sang í skúlum og samkomum kring landið, og hetta ger, at kappingin er sera jøvn, sigur James Olsen.
Fløguútgáva
Til finaluna, sum verður 28. juli, verður møguleiki at keypa eina fløgu við tólv løgum. Allir finalistarnir fáa eitt lag á fløguna, og tað er ein gularót, sum allir luttakararnir kunnu elta. Upptøkurnar verða gjørdar, tá undanumførini eru fingin frá hondini. James Olsen letur ikki illa at søluni av fløguni, sum varð givin út í fjør.
Vinnarin verður 10.000 krónur ríkari, meðan nummar tvey og trý fáa smærri peningagávur, men enn er ikki heilt greitt, hvussu stórir hesir vinningarnir vera.
Tilsamans sleppa 60 luttakarar við til tey seks undanumførini, og tað vera so tíggju sangarar við í hvørjum umfari. Ein sleppur víðari úr hvørjum umfari, men í Havn sleppa tvey víðari til finaluna.
Meðan tiltøkini ætla fyrireikararnir at hava ymisk stuttlig happenings fyri børnini. Ætlanin er at hava klovnar og gestatónleikarar fyri at gera tiltakið meira fjølbroytt. Aftur í ár er Føroya Banki høvuðsstuðul fyri tiltakinum. Meira kann lesast um nósabarnaprixið á www.barnaprix.fo.
Nær og hvar
7. juni í Roynhøllini í Hvalba
14. juni í KÍ-høllini í Klaksvík
21. juni í teltinum í Kollafirði (Sundalagsstevna)
28. juni í badmintonhøllini í Havn
5. juli í Mentanarhúsinum í Fuglafirði (Varmakeldustevna)
12. juli í bygdarhúsinum í Miðvági (Vestanstevna)
28. juli finalan í badmintonhøllini í Havn
Øll tiltøkini eru frá kl. 19 til 21.