Bókadeildin hjá Føroya Lærarafelag hevur givið útaftur Barnarímurnar hjá Hans A. Djurhuus við myndprýðingunum hjá Elinborg Lützen. Í bókini eru 35 rímur og nótar til átjan teirra. Hetta eru rímur, sum hvørt mansbarn í Føroyum syngur: Kongaríkið í Bábýlon, Pápi mín, Karin og Hetta landið er títt.
Kendir tónleikarar, eitt nú Eivør og Annika Hoydal, hava givið fløgur út, har sangir hjá Hans Andreasi eru á.
Barnarímurnar eru uttan iva best kendi skaldskapurin hjá Hans A. Djurhuus. Tær komu út á fyrsta sinni í 1915. Hetta er sætta útgávan, og hevur bókin verið útseld í eina tíð. Flest fólk kenna gulu bókina við barnarímunum, men nú er guli liturin skiftur út - og er bókin í staðin ljósablá.