Jógvan við Keldu, løgtingsmaður
»Tann ið ger øllum til vildar, ger ongum til vildar«, er gamalt, men kortini ikki minni veruligt í hesum døgum.
Bæði í samgonguskjalinum hjá seinastu samgongu og hesari er stutt men sera greið orðing: »Kommunala sjálvstýrið og ábyrgdin skulu styrkjast við greiðari skilnaði millum lands- og kommunuuppgávur«.
Ofta er lættast politiskt at hopa undan og geva eftir fyri trýsti, hóast vitandi, at hetta fremur skilaloysi og gevur stórar trupulleikar í framtíðini, sum valla slepst úr.
Sterkari kommunur
Sum landsstýrismaður í kommunumálum legði eg ikki færri enn tvær ferðir fyri á landsstýrisfundi at fáa framt samanleggingar av føroysku kommununum í størri umsitingarligar eindir, og um ikki hetta kundi fremjast frívillugt, so innan 2009 at fáa hetta framt við løgtingslóg fyri at fáa sterkari kommunur.
Orsøkin til at hetta er neyðugt er, at kommunur uttan Tórshavnar og møguliga Klaksvíkar valla, fyri ikki at siga als ikki, hava møguleika at umsitia fleiri øki enn umsitin verða ídag.
At Norðoyggjar eru slopnar í samstarv við Sunda kommunu á barnaverndarøkinum, og at sunnari partur av Suðuroynni nú fer undir ellis- og røktarheim uttan um norðara partin í oynni, har komandi 13 árini lutvíst verða rentu- og avdráttarfrí, vísir villskapin og visiónsloysi, at tað letur seg gera, áðrenn kommunurnar eru samanlagdar og størri linjur verða lagdar.
Hetta er grundað á veikar og visiónsleysar støðutakanir.
Mótmælti
Eg havi fleiri ferðir mótmælt á landsstýrisfundi, at tá tørvur er á peningi, tí inntøkusíðan á fíggjarlógini ikki røkkur, ella tá útreiðslusíðan er ov tung, at gjøld verða løgd á kommunur, eitt lítið dømi er bókasavns-gjaldingarbýtið, at útreiðslur bert verða lagdar á ávíkavist kommunur og vinnulívið, fyri at fáa løgtingsfíggjarlógina at hanga saman og enntá at kalla hetta eina sparing. Her er talan um ábyrgdarloysi.
Tað sum fer at henda í samband við t.d heimið í Suðuroy, at nú landskassin skal gjalda ávísan part og fíggja annan part, verður, at fleiri øki verða løgd út á kommunur og vinnulívið, fyri at løgtingsfíggjarlógin kann hanga saman.
Hetta er og verður skeivur og ábyrgdarleysur politikkur, bert fyri lættast at sleppa undan veruliga at taka støðu, sum bera uppi.
Við hesum roynir sitandi samgonga helst at sleppa sum lættast í løtuni, fyri síðani at lata eina seinni stjórn rudda upp.