Barnsburðargrunnur merkir ongin lønarmissur

- Onki løgið er í, at arbeiðsgevarar hveppa seg við at seta kvinnur í barnførum aldri. Tá barnsburðargrunnurin er komin, nýtist arbeiðsgevarin ikki at hugsa um kvinnur sum útreiðslu fyri arbeiðsplássið, og tá fær hann eisini størri áhuga fyri at gera betri setanarsáttmálar, sigur Turið Debes Hentze, forkvinna í Javnstøðunevndini

Hóast barnsburðargrunnur í samgonguskjalinum stendur undir familjumál, verður tað landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðar- og vinnumálum, ið fær uppgávuna at seta í verk ein barnsburðargrunn. Men av tí, at neyðugt verður samstundis at gera broytingar í dagpeningaskipanini, fær landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum, eisini ein leiklut hesum viðvíkjandi.

Yvir skattin rinda vit øll tað, sum tey alment løntu fáa í barnsburðarfarloyvistíðini og tað er full løn, umframt 8 mill. krónur, sum fer í grunn til avloysarar fyri hesi. Á privata arbeiðsmarknaðinum fáa bert starvsfólkini í peningastovnunum og á tryggingarfyritøkunum fulla løn vegna barnferð. Øll hini mugu dúva uppá dagpeningaskipanina.

- Tær flestu fáa veiting sambært funksjónerlógini, sum er hálv løn samanlagt í tveir mánaðir, og síðani dagpengar restina av tíðini, ið er 80% av eini arbeiðsmannaløn. Hetta merkir ein stórur lønarmissur hjá teim allar flestu. Tær, sum arbeiða á flakavirkum, eru upp aftur verri fyri, tí har verður upphæddin 80% av tí, tær hava forvunnið seinastu fimm vikurnar. Og hevur lítið og einki arbeiði verið, sigur tað seg sjálvt, at tær fáa nærum einki, sigur Turið Debes Hentze, forkvinna í Javnstøðunevndini.


Vælvild

Arbeiðsgevarin kann um hann vil rinda arbeiðstakaranum munin millum tað, kvinnan í farloyvi fær úr dagpeningaskipanini og lønina, hann letur henni.

- Hetta verður bert praktiserað, um arbeiðsgevarin heldur tað er synd, at kvinnan fer niður í løn. Men eg kenni ikki til nógv dømi, har hetta verður gjørt. Tað er dýrt hjá teim privatu arbeiðsplássunum, tá ið kvinnur fara í barnferð, tí tey hava ongan grunn sum tey almennu arbeiðsplássini til at rinda avloysarar fyri. Í Danmark er tað soleiðis, at privatu arbeiðsplássini, ið rinda kvinnum fulla løn í barnferð, fáa rætt til dagpeningin, kvinnan annars hevði fingið, og tískil fáa tey ráð til at seta avloysarar, sigur Turið Debes Hentze.


Størri javnseting av kynunum

Við einum barnsburðargrunni leggur tað almenna lunnar undir at bøta korini hjá kvinnum á arbeiðsmarknaðinum, og áhugin hjá arbeiðsgevaranum at gera betri setanarsáttmálar verður størri. Tað eru tískil fyrst og fremst kvinnurnar, ið fáa gagn av, at ein barnsburðargrunnur verður settur á stovn.

- Fyri allar kvinnurnar á arbeiðsmarknaðinum fer grunnurin at merkja, at tær fara ikki niður í løn, tá ið tær fara í barnsburðarfarloyvi. Hetta fer at ávirka heilar familjur, og er fíggjarliga grundarlagið í lagi, ber kanska lættari til at fáa longt barnsburðarfarloyvi til gagns fyri foreldur og barn.

- Barnsburðargrunnurin merkir eisini eina størri javnseting av kynunum. Arbeiðsgevarin nýtist, tá ið grunnurin verður veruleiki, ikki at hugsa um kvinnur sum útreiðslu fyri arbeiðsplássið, tá ið hann setur hana í starv, sigur Turið Debes Hentze.