Á Psykiatriska Deplinum á Landssjúkrahúsinum er eitt sertoymi, sum hevur savnað saman vitan um barnsburðartunglyndi. Toymið hevur arbeitt saman í nøkur ár, og Sanne Storm, PhD og samskipari av viðgerðartoymi hjá kvinnum raktar av perinatalangist og tunglyndi, er ein av teimum, sum hevur verið við frá byrjan av.
Tær mammur, sum hava tørv á hjálp fáa ofta hjálpina frá millum annað Sanne Storm. Hon greiðir frá, at føroyski tølini frá 2012 vísa á, at á leið 12 prosent av 612 føroyskum mammum stríddust við barnsburðartunglyndi tá, men fyrilit skal takast fyri, hvussu tølini tulkast. Hon heldur, at tølini líkjast teimum í grannalondum okkara.
Tá samstarvið byrjaði og hjálpin varð skipað, var upplagt at tilboðið mammur við tunglyndi fingu var á Psykiatriska Depilinum. Sanne Storm greiðir frá, at nógv er broytt seinstu árini, og tá broytingar aftur verða gjørdar, er ikki neyðugt, at tilboðið einans liggur har.
- Á Psykiatriska Depilinum bjóða vit mammum samrøðu skjótast til ber, og tá greiða vit frá, hvat tunglyndi snýr seg um, og hvat ein kann gera fyri at basa tí. Í høvuðsheitinum snýr tað seg um at samstarva við mammua um, hvørja hjálp henni tørvar, sigur Sanne Storm, sum hevur arbeitt í psykiatriini í 25 ár, og hon leggur afturat, at tilboðini eru ymisk.
- Tá vit tosa við eina mammu, sum hevur barnsburðartunglyndi, so verður hugt at hvat eyðkennir mistrivnaðin, og hvat slag av viðger mamman hevur hug at royna. Umframt samrøður og kognitiva viðger er eisini møguleiki at fáa viðger gjøgnum tónleik, sigur hon.
- Tær flestu mammurnar ynskja ikki heilivág men vilja klára seg uttan. Tó, so er tørvur á heilivági fyri barnsburðartunglyndi í summum førum, hóast tað sjálvdan er neyðugt, sigur hon.