Altjóða kanningar vísa á, at óviðgjørt tunglyndi eisini setur pinkubarnið í vanda, tí tað verður ávirkað av tí, sum mamman upplivir.
Sanne Storm, PhD og samskipari av viðgerðartoymi hjá kvinnum raktar av perinatalangist og tunglyndi á Psykiatriska Depilinum, greiðir frá, at orsøkin er, at barnið skal knýta seg einum vaksnum persóni, sum hevur orku til tess, og aloftast er tað mamman, sum er um barnið megin partin av tíðini barnsburðarfarloyvið er.
Hetta merkir ikki, at tunglyndi elvir til, at barnið ikki fær umsorgan. Teir grundleggjandi tørvirnir hjá barninum verða møttir, tá barnið verður ansað, men tunglyndi ávirkar barnið á einum mikrostøði, greiðir hon frá.
Hetta merkir, at barnið og mamman eru í samljóði hvørt við annað, og merkja kenslurnar hvør hjá øðrum. Sanne Storm samanber tað við at tosa við ein, ið tú kennir væl og spyrja, hvussu tað gongur. Tá tú fært svarið, veitst tú aloftast, um tað er sætt sum viðkomandi hevur svarað.
- Við einum pinkubarnið snýr tað seg um alt annað enn mál, tí barnið ikki hevur nakað mál. Tú mást vera í sama frekvensi sum barnið fyri at uppliva, at tú ert saman við einum øðrum menniskja og møtir tí kensluliga. Tá tú stríðist við tunglyndi, orkar tú ikki hetta í longri tíð, staðfestir hon.
- Tekur vaksni persónurin ikki ta ábyrgdina í tilknýtingini, so vísa kanningar, at barnið skjótt tekur ábyrgdina og samljóðar depresivu úttrykkini hjá mammuni, sigur hon álvarsliga, og leggur afturat, at tað tá er umráðandi at lata tey avvarðandi traðka til og taka ábyrgdina eina stund fyri síðani at koma aftur, tá orkan aftur er til staðar.
- Hevur barnið bert relatión til eina deprimeraða mammu, so er sannlíkt, at barnið fær trupulleikar seinni í lívinum. Trupulleikarnir koma ofta til sjóndar í tannáringaárunum og fevna millum annað um læringarevni, tilknýting til onnur menniskju, angist ella tunglyndi, staðfestir hon.
Hon leggur afturat, at tað er umráðandi ikki at leggja stein omaná byrðu hjá mammuni, tá tosað verður um, hvussu barnsburðartunglyndi ávirkar pinkubarnið, tí mammur við tunglyndi fáa sjálvsagt verri samvitsku av tí vitanini.
- Vit mugu skilja trupulleikarnir, sum ein mamma við barnsburðartunglyndi hevur at dragast við, og ein mamma skal ikki einsamøll standa við allari ábyrgdini og byrðuni, sigur hon.
- Ofta eru tað pápar, ommur og abbar og onnur avvarðandi, sum fegin vilja hjálpa og traðka til, tá á stendur. Tað hjálpir eisini barninum, um eitt annað vaksið fólk við rættari orku er í nærumhvørvinum, sum tað kann fáa tilknýti til, staðfestir hon.
Hetta stuðlar toymið á psykiatriska deplinum undir, tá viðger verður sett í verk, og Sanne Storm greiðir frá, at aloftst eru mammur við tunglyndi sera tilvitaðar um, at barnið tørvar relatiónir, sum tær stríðast við at veita, og tær gera sítt til, at barnið fær tað, sum tí tørvar.
- Er tað ikki tilfeldið, so er ofta aðrir trupulleikar, annað enn barnsburðartunglyndi, sum talan er um, sigur hon.
Les meir í Vikuskiftis Sosialinum, sum er í sølubúðunum nú, og sum eisini kann keypast talgilt her