Hetta boðaði FSF frá fyrrapartin í dag. Fuglfirðingurin hevur áður verið á landsliðnum, og er hann skrásettur fyri fýra A-landsdystir. Seinast hann spældi fyri Føroyar var í 2002. Nú seks ár seinni skal sterki verjuleikarin hjá ÍF aftur tørna til. Tað skal hann, tí Fróði Benjaminsen í gjár boðaði frá, at hann hevði fingið eitt lítið beinbrot, sum heldur honum uttanfyri í nakrar vikur.