Liðskiparin og veteranurin á ÌF-liðnum fór hugtungur av vøllinum, tá ein hálvur tími var eftir av dystinum millum HB og ÍF. Kortini kundi hann fegnast um, at hansara liðfelagar stríddust sum úlvur á skóg í undirtali, og megnaðu at koma fram til nakrar risamálmøguleikar.
Jan Ò. Ellingsgaard var eisini lættur um, at tað eydnaðist at stríði seg til eitt gott úrslit í undirtali, men hann viðgekk, at teir á ÍF-liðnum vóru rættiliga útlúgvaðir, tá seinasta bríkslið ljóðaði.
Kristin R. Mouritsen hjá HB harmaðist um, at teir í HB ikki skaptu fleiri málmøguleikar, hóast teir høvdu bóltin nógv.
Í ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra tað sum Kristin R. Mouritsen, Jan Ò. Ellingsgaard og Bartal Eliasen søgdu í sendingini "3. hálvleikur" á Rás2.