Bartal iðraði seg

ÍF miðverjin og annar av málskjúttunum, veteranurin Bartal Eliasen, duldi ikki eftir dystarlok, at hann var ikki nøgdur við bara at hava fingið eitt stig burturúr ímóti KÍ.

-Vit vóru stórar partar av tíðini greitt omaná. Teir skoraðu tvey mál, og tað gjørdu vit eisini. Eg haldi, at vit kundu havt skorað fýra ella fimm mál. Eitt nú høvdu vit ikki marginalirnar við okkum, tá ið støðan var 2-2, og vit tvær ferðir raktu í træverkið. Tá ið støðan framvegis var 1-0, høvdu vit fínt tak á tí, men so fingu teir tvey mál so at siga burturúr ongum. Tað var mistak frá okkara síðu, at teir fingu hasi málini. Tá kundu teir heldur havt skorað upp á onkran annan málmøguleika, iðraði Bartal Elisen seg.

Bartal sigur seg vera bjartskygdan undan vitjanini í Runavík mikukvøldið:

- Vit spæla fínan fótbólt. Munurin á liðunum er ikki so stórur, sum hann onkuntíð hevur verið. Tað verður gott, um vit fáa eitt stig, men vit fara eftir øllum trimum mikukvøldið.