Barton á veg til QPR

Miðvallarleikarin, Joey Barton, er í samráðingum við Queens Park Rangers um ein sáttmála við Loftus Road-liðið.

 

28 ára gamli Barton kom til Newcastle frá Manchester City í 2007, og er í holt við seinasta árið av sáttmálanum á St. James’ Park.

 

Hann varð loystur frá sáttmálanum so hann kundi fara úr felagnum frítt í summar, eftir at hann fanst at keypspolitikkinum hjá felagnum. Han hevur kortini verið við í byrjunar uppstillingini hjá Newcastle í báðum Premier League dystunnum í ár.

 

Joey Barton ber annars orð fyri at vera ógvulga illsintur, og tað hevur ofta skapt trupulleikar fyri hann. Spark og sløg móti mótstøðuleikarum er mestsum gerandiskostur, og tí eru ikki øll feløg eins fegin um at fáa hann í hópin.

 

Hinvegin eru tað fleiri feløg, sum ongan trupulleika síggja í Barton, og taka ímóti við opnum ørmum. West Ham er eitt, og QPR altso eitt annað.

 

Sambært BBC Sports kann roknast við, at Barton verður nýggjur leikari í hópinum hjá uppflytarunum úr London fyrsta dagin.