Landaplágan er aftur í Føroyum. Tað var ein tíð, tá tú ikki kundi tendrað fyri einum lurtitóli, uttan at hoyra um Bothen Anna, sum svenski Basshunter buldraði um at kalla allan heimin.
Nú er Jonas, sum Basshunter eitur, aftur í Føroyum. Hann hevur fyrr spælt kenda lagið í Eclipse, sum í dag eitur Luux. Hann hevur eisini verið á Tórsfest. Hóast tað eru nøkur ár síðani, at Basshunter toppaði við sanginum Bothen Anna, sum er um tíðina á netinum áðrenn Facebook, tá MIRC tjatt var tað heilt stóra.
Leygarkvøldið er Basshunter aftur í Føroyum og fer at spæla í Luux. Konstertin byrjar klokkan 02.00.