Hugskotið aftanfyri verkætlanina hjá Better Place er, at battaríini verða lødd upp av streymi, sum verður keyptur frá danska orkufelagsskapinum Dong Energy. Talan er um yvirskotsstreym, sum er framleiddur av vindmyllum um náttina.
Elektrisku bilarnir koyra inn á servicestøðirnar at skifta tóma battaríið út vit eitt sum er løtt upp av vindmyllum. Á eini battarískiftisstøð tekur tað styttri tíð at skifta battarí enn at fylla tangan við bensini ella diesel. Tað tekur bert tríggjar minuttir at skifta battaríni, sum verða leigað frá Better Place í Danmark.
Vindmyllurnar koyra alla tíðina, men um náttina eru munandi færri brúkarar. Bert ein lítil partur av streymi verður brúktur um náttina í mun til um dagin.