Í minsta lagi 12 tilflytarar eru deyðir, eftir at ein bátur holvdist í Ermasundi.
Tað boðar franski innanríkisráðharrin, Gérald Darmanin, frá á sosiala miðlinum X.
Tvey fólk eru saknað, meðan fleiri onnur hava fingið skaða í "ræðuligu vanlukkuni", leggur hann afturat.
Darmanin er á veg til vanlukkustaðin nærhendis býnum Boulogne-sur-Mer seinnapartin týsdagin. Hetta skrivar franska sjónvarpsstøðin BFMTV í einum beinleiðis bloggi.
Sky News skrivar, at eitt stórt bjargingararbeiði er í gongd. Sambært franska miðlinum France 3 vóru í minsta lagi 100 fólk umborð á bátinum.
Óvissa er tó um umfangið av bjargingararbeiðnum.
Tíðindastovan Reuters hevur skrivað, at myndugleikarnir royna at bjarga fleiri enn 50 fólkum.
France 3 hevur boðað frá, at báturin sakk umleið klokkan 11:30 lokala tíð og at bjargingararbeiðið eisini varð gjørt loftvegis.
Túsundtals tilflytarar fara árliga tvørtur um Ermasund, sjógvin millum Frakland og Ongland, fyri at koma til Bretlands av meginlandinum í Evropa.
Bara seinastu sjey dagarnar eru fleiri enn 2.000 fólk komin til Bretlands í smábátum. Tað vísa tøl frá bretsku stjórnini sambært Reuters.
Sambært altjóða fólkaflytingarfelagsskapinum, IOM, er í minsta lagi 189 tilflytarar deyðir í Ermasundi millum 2018 og 19. august 2024.
Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, og forsetin í Fraklandi, Emmanuel Macron, lovaðu í síðstu viku hvørjum øðrum, at londini millum annað fóru at økja um samstarvið um fólkaflyting og gera meira fyri at virka ímóti menniskjahandili.
/ritzau/