Báturin sakk við flesina í Sandvík

Ein maður var umborð og hann varð bjargaður

Beint eftir midnátt fekk MRCC boð um, at fólk í Hvalba og í Sandvík høvdu sæð neyðrakettir og neyðbluss stutt úr landið eystanfyri. Samstundis gjørdu tey vart við, at ein bátur, sum var væntandi úr Havnini, var ikki komin fram.

 

Talan var um ein seksæring og MRCC sendi beinanvegin boð eftir bjargingartyrluni og Suðuroyar Norðara bjargingarfelag, sum fóru at leita. Tá tyrlan og Royndin, báturin hjá bjargingarfelagnum, komu á staði var báturin sokkin og maðurin var farin í gummibátin. Royndin bjargaði manninum umborð og sigldi mannin og gummibátin til lands. MRCC sigur, at eftir umstøðunum hevur maðurin tað gott.