Bayern München vann í kvøld heima á Allianz Arena 2-1 á Real Madrid í fyrra hálvfinaluni í Champions League. Real Madrid hevur ikki góðar royndir við at spæla í Týsklandi, og hava teir nú framvegis bara vunnið ein dyst í Týsklandi í evropeiskum samanhangi í heili 22 royndum.
Bayern München legði væl betur fyri í dystinum og megnaði eisini at koma á odda í 17. minutti, tá ið Franck Ribery langaði ein bólt í netið, sum lá harraleysur í feltinum eftir eitt hornaspark.
Real Madrid royndi at svara aftur undan hálvleikinum, men hóast nakrar frísparksroyndir frá Cristiano Ronaldo og einum stórum møguleika til Karim Benzema stutt undan hálvleikinum, so eydnaðist hetta ikki, og Bayern München slapp til hálvleiks á odda 1-0.
Bara átta minuttir inn í seinna hálvleik eydnaðist tað Real Madrid at javna til 1-1. Cristiano Ronaldo varð spældur leysur í vinstru síðu, men Manuel Neuer í týska málinum hálvbjargaði skotinum. Vandin var tó ikki av, og endaði tað við, at Ronaldo legði bóltin fyri føturnir á Mesut Özil, sum bara skuldi prika bóltin í málið og fekk nakrar annars kókandi landsmenn á stadion at binda frið eina løtu.
Bayern München royndi av øllum alvi at trýsta fyri at vinna sær fyrimun áðrenn dystin á Santiago Bernabeu, og serliga Mario Gomez lá framvið. Í 71. minutti misnýtti hann ein risa møguleika úr bara fimm metra fjarstøðu, áðrenn hann tveir minuttir seinni stútaði eitt innlegg beint omanfyri málið.
Tað var eisini ein hóttandi Mario Gomez, sum í 89. minutti avgjørdi dystin, tá ið hann stýrdi einum fløtum innleggi frá Phillip Lahm í netið til 2-1.
Í yvirtíðini var satt rok, eftir at Marcelo langaði til innskifta Thomas Müller, og til stóra ónøgd fyri heimaáskoðararnar fekk hann bara gula kortið. Bara nøkur sekund seinni slapp leikvøllurin í München tó aftur upp á kók, tá ið enski dómarin, Howard Webb, brísklaði dystin av, og Bayern München uppiborið hevði vunnið 2-1 og harvið hevur eitt gott útgangsstøði undan seinnu hálvfinaluni á Santiago Bernabeu í Madrid, sum verður spæld 25. apríl.
Bayern München Real Madrid 2-1 (1-0)
1-0: Franck Ribery, 17.
1-1: Mesut Özil, 53.
2-1: Mario Gomez, 89.