Beachrally á Bursatanga

Mangt verður í neyðini nýtt. Í hesum umhvørvisdøgum ber ikki til at tveita ein jeep burtur. Hann skal á Sandvíkarhjalla. Men tá Ritan ikki fær lossa, mugu ótraditionellar metodir nýtast Stutt efti miðdag í dag kom Ritan úr Nólsoy, sum hon ger nærum hvønn dag um ta tíðina. Hesaferð hevði hon tó heldur óvanligan farm við. Hendan jeepin.

Søgan er í stuttum hon, at jeepurin hevði tænt fyri seg, og tí skuldi hann bert tveitast burtur. Men slíkt kann ikki gerast sum í gomlum døgum, tá alt gamalt og ónýtiligt bara var koyrt á Buchwald. Tí hvør bygd hevði sítt egna Buchwald, sum tók ímóti vorðnum og óvorðnum.

Nú er støðan tó ein onnur, og alt skal beinast burtur á ein slíkan hátt, at tqað ikki er til ampa fyri náttúru ella umhvørvi. Og tað merkir í hesum førinum, at jeepurin úr Nólsoy skuldi koyrast á Sandvíkarhjalla.

Men ólukkutíð, so megnaði kranin á Rituni ikki at lyfta jeepin. Eigarin vildi tó av við koyritoyið, og ikki ráðaleysur valdi hann so at skera húsið av og takað alt óneyðugt skrambul so sum setur og annað úr jeepinum. Og tá bar til.

So hóast tað kundi sæð út sum at onkur ætlaði sær at koyra »beach-ralley« á Bursatanga, so var tað bara ein sundurskorin jeepur ávegis á Sandvíkarhjalla.