Bech koyrdur sum OB-venjari

So gekk tað ikki longur hjá Troels Bech, og donsk bløð skriva í dag, at avgerðin longu var tikin undan dystinum í gjárkvøldið.

So gekk tað ikki longur hjá Troels Bech, og donsk bløð skriva í dag, at avgerðin longu var tikin undan dystinum í gjárkvøldið.

 

Avgerðin at koyra Troels Bech var tikin undan tapinum móti FC Nordsjælland í gjárkvøldið. Tað merkir, at um Bech helt, at ein sigur móti Nordsjælland kundi longt um lívið sum OB venjari, var tað ikki rætt.

 

Nú gjørdist tað til eitt 1-2 tap í Farum, men ítróttarstjóin hjá OB, Jesper Hansen, váttar, at avgerðin longu var tikin, tá leikarabussurin fór av Fyn.

 

- Avgerðin var tikin longu undan dystinum, sigur Hansen, sum greiðir frá, at tað hevur verið ein leypandi dialogur við Troels Bech, men at vánaligu úrslitini, við bert einum sigri í níggju dystum koppaði lastini.

 

- Tað er sjálvandi ein avleiðing av vánaligu úrslitunum seinastu tíðina, sigur Jesper Hansen, sum longu setti seg í samband við Ove Pedersen sum skal loysa Bech av.