Venjarin hjá Christian Lamhauge Holst í Silkeborg, Troels Bech, var ein errin maður, eftir at lið hansara hølvaði Brøndby av sunnudagin. – Heilt erligt, so eri eg pissistoltur um at vera partur av hesum liðnum. Brøndby hevur spælt væl seinastu tíðina, men í dag gjørdu vit, sum okkum lysti, og teir fingu ikki eitt bein til jørðina. Sjálvandi kunnu vit seinni fáa tað trupult, men í løtuni koyrir tað væl, og tí haldi eg, av ti spakuliga kunnu hyggja uppeftir á stigatalvuni, segði ein ovurfegin Bech eftir dystin í Silkboerg sunnudagin.