Ákæruvaldið hevði kravt hálvt triðja árs treytaleysa fongsulsrevsing. Boris Becker varð funnin sekur í at hava snýtt skattavaldið, so hann var sloppin frá at rinda 30 milliónir krónur í skatti í tíðarskeiðinum frá 1991 til 1993. Becker viðgekk seg sekan.
Fyri skattavaldinum hevði Boris Becker upplýst, at hann búði í Monaco frá 1991 til 1993, men kanningar vístu, at hann var meiri í Týsklandi enn í Monaco, og at hann tí átti at rinda skatt í Týsklandi.