Beckham letur upp fyri United

Enski landsliðsskiparin David Beckham sigur í samrøðu við eitt blað, at um tað skuldi hent seg, at hann fór úr Real Madrid og aftur til Onglands, so hevði tað allarhelst verið til Manchester United, tí tað er hansara lið, sigur hann.
Tað hevur leingi gingið slatur um, at Beckham, sum ikki hevur havt tað lætt í Madrid, fór at venda aftur til Onglands, men sjálvur sigur enski miðvallarin, at hann ætlar sær at vinna spanska meistaraheitið og Champions League við Real Madrid, áðrenn hann fer aftur til Onglands.