David Beckham vónar framvegis, at hann kann halda fram í italska stórfelagnum, AC Milan, aftaná 8. mars, tá leigusáttmálin millum amerikanska felagið, LA Galaxy og AC Milan gongur út.
Enski landsliðsspælarin spældi við Milan ígjár, tá teir ígjár vunnu 1-0 á Cagliari. Yvirfyri BBC staðfesti Beckham enn einaferð sítt ynski um at verða verðandi í Milano: - Eg geri alt, sum eg kann fyri at sleppa at verða verðandi her. Eg havi verið ovurfegin fyri tíðina her. Samráðingar eru framvegis millum feløgini, og tað eru nógv fólk, sum royna at finna eina loysn. Eg vóni, at ein loysn verður funnin. Sigur David Beckham. - Eg havi spælt væl á vøllinum fyri Milan, og eg havi staðfest, at eg vil verða verðandi, og so kann eg ikki gera meir. Tað hevur verið ein stór uppliving at spæla saman við hesum spælarunum, og at spæla á San Siro leikvøllinum. Eg kann bert vóna, at tað eisini verður so í framtíðini.