Bedlington helst turrur

Føroyska Atlants Kolvetni við í boringini við 1 prosenti

Oljuleiting



Nú tíðindini hava verið frammi um, at eitt og møguliga tvey stór fund eru gjørd á bretskum øki har norðuri við markið, (Lochnagar og Cambo) vilja onnur tíðindi (sum Sosialurin tó ikki hevur fingið váttað) vera við, at Bedlingtonbrunnurin, sum er boraður heilt har suðuri við markið, er turrur. Føroyska oljufelagið Atlants Kolvetni var partur av tí brunninum við 1%. Bretska oljufelagið BG stóð fyri boringini og hevði meginpartin av váðanum. Eisini danska Dong var við í hesi boringini.

Wilhelm Peteren, stjóri í Atlants Petroleum hevur onga viðmerking til hesi tíðindini, tí brunnurin er ein sokallaður "tigh hole" brunnur. Wilhelm Petersen sigur annars, at Atlants Kolvetni í løtuni hyggur eftir samstarvsmøguleikum at vera við í samtaki, sum fer at bjóða í 2. rundu við Føroyar. Hann hevur sjálvur rímuligar vónir um, at tað fer at eydnast. Annars hevur felagið fingið tillutað tað øki, sum tað søkti um í bretsu rundini. Um fundið, sum er gjørd hinumegin markið, sigur føroyski oljustjórin, at tað ljóðar áhugavert.