Við sveittabroti stríða tey seg ígjøgnum venjingarnar.
Tey eru íðin og hugagóð. Kempa fyri at fáa armar, bein, hendur og føtur at flyta seg, so sum øvilsini krevja. Og hóast hørðu venjingina er tað altíð stutt til eitt smíl.
Martin Johannesen, John Heri Johansen og Hjørdis Jacobsen hava spastiskar vøddar, og tað hevur kropsligar trupulleikar við sær.
Í roynd og veru er tað samstarvið millum heilan og vøddarnir, sum ikki er sum tað eigur at vera. Vøddarnir vilja ikki uppføra seg soleiðis, sum tey vilja, og tí er tað ringt hjá teimum at halda javnvágina, at ganga og at gera nógv av tí, sum tú og eg halda vera púra vanligt.
- Nú fóru beinini hjá mær at ferðast. Til Aberdeen, haldi eg.
Forherðaði John Heri missir ikki mótið, hóast tað er eitt baks at gera øvilsini rætt. Hann veit, at venjingarnar hjálpa honum, og tí stríðist hann hugagóður saman við Martini og Hjørdis í Klaksvíkar Fysioterapi tvær ferðir um vikuna.
Svensk framstig
Venjingarnar tykjast einfaldar. Tey skulu flyta ein fót, lyfta eitt bein ella strekkja ein arm. Við hvørt snýr tað sum at fáa armin at arbeiða saman við beinunum ella um at gera meiri vanligar styrkivenjingar.
Uppgávurnar kunnu tykjast yvirkomiligar, men tað er eitt stríð hjá John Hera, Martini og Hjørdis at flyta bein og armar, soleiðis sum venjingarnar krevja. Tey mugu leggja stóra orku í at flyta kropslutirnar, og tað er eisini eitt stórt stríð at fáa røttu glíðandi flytingina.
Jóngerð Biskopstø stendur fyri venjingini, og hon roynir at dríva á tey trý.
? Tað er ein stórur fyrimunur fyri venjingina, at tey øll trý eru sovorðnir kemparar, sigur hon.
Venjingin hjá Jóngerð snýr seg um at halda kropsligu støðuna við líka, eftir at John Heri, Martin og Hjørdis hava verið í Svøríki. Tvær ferðir um árið hava tey tilboð um at fara nakrar vikur í Svøríki, og her er mest sum talan um eina venjingarlegu, har uppgávan er betra um kropsligu støðuna hjá teimum.
Tá tey síðani koma aftur til Føroya skulu tey halda fast um framstigini, og síðani taka seg enn meiri fram, næstu ferð tey fara avstað. Og framstig sóust, nú tey hava verið einaferð í Svøríki, heldur Jóngerð.
Ymiskt
Venjingin í Klaksvíkar Fysioterapi hevur fleiri endamál. Tey trý skulu styrkja vøddarnar, tey skulu gerast betur til at brúka bein og armar, tey skulu venja at ganga, og tey skulu eisini læra partarnar av kroppinum at arbeiða saman.
Nú hevur Martin fingið ein bólt at taka sær av. Hann skal lofta bóltinum og tveita hann aftur. Síðani skal hann dribla við bóltinum. Alt hetta skal hann gera, meðan hann skal halda javnvágina, og tað gongur sera væl. Onkuntíð tykist tað, sum um hann missir fótafestið, men hann fótar sær altíð aftur.
Martin, Hjørdis og John Heri gera nógv øvilsi í felag, men tey hava eisini ymiskar venjingar. Tað kemst av, at tað er ymiskt, sum tey eru fyri, og hvørjir vøddar eru harðast raktir av sjúkuni.
Hørð venjing
? John Heri, hvussu gongur, spyr Jóngerð.
? Tað gekk betri í áðni, svarar John Heri, sum stríðist við eitt øvilisi fyri beinini.
? Ja, tær dámar betri at gera øvilsi til ryggin.
? Ella okkurt við armunum, leggur drongurin afturat.
Tað eru nøkur ár millum tey trý, men tey trívast væl saman. Tey eru kort síðani farin at venja í felag, men tað riggar væl.
? Venjingin er hørð, og tey eru eisini móð, tá vit eru liðug, men tey eru sera røsk, og tað er helst eisini ein fyrimunur, at tey eru saman um venjingina, sigur Jóngerð Biskopstø.
? Endamálið við venjingini er at gera tey so sjálvbjargin, sum tað ber til. Tey skulu gerast betri til at klára seg í gerandisdegnum, og skulu framstigini verða varandi, er neyðugt við nógvari venjing.
Um vøddarnir ikki allatíðna verða mýktir og vandir, gerast teir stívari aftur, og so er verri at flyta armar og bein.
? Tað er hugaligt at síggja framstigini hjá teimum. John Heri til dømis gongur nú við høkjum, og tað var ikki hugsningur um fyri nøkrum mánaðum síðani, sigur Jóngerð.
Martin og Hjørdis hava eisini tikið seg fram eftir venjingina í Svøríki, og tá tey trý gera klárt at fara til hús eftir venjingina, verður ikki tosað um, at tað er ein lætti, at venjingin er av, men heldur nær næsta venjing verður.