BEINLEIÐIS: 12. umfar í Vodafonedeildini

------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------

 

Víkingur ? NSÍ 2-3 (1-2)

0-1: Klæmint A. Olsen, 7.

1-1: Sølvi Vatnhamar, 19.

1-2: Christian Høgni Jacobsen, 35.

2-2: Jonhard Frederiksberg, sjálvmál, 81.

2-3: Christian Høgni Jacobsen, 85.

Dysturin byrjaði klokkan 18.00.

Dómari: Eiler Rasmussen

Víkingur: Geza Turi ? Bárður Hansen, Sam Jacobsen, Niclas Niclasen, Sverri Jacobsen ? Kaj Leo í Bartalstovu, Súni Olsen, Nenad Stankovic, Sølvi Vatnhamar, Hjartvard Hansen - Finnur Justinussen

NSÍ: Andras Gango ? Jonhard Frederiksberg, Jens Joensen, Jóhan Troest Davidsen, Einar Hansen ? Debes Danielsen, Jann Ingi Petersen, Jústines R. Hansen, Heðin á Lakjuni - Christian Høgni Jacobsen, Klæmint A. Olsen

 

1. min.: Dysturin er byrjaður.

7. min.: 0-1! Klæmint A. Olsen hevur lagt NSÍ á odda. Einar Hansen tveitti bóltin inn í brotsteigin við innkasti, og framherjin var fyrstur á bóltinum og stýrdi honum í netið.

19.: 1-1! Sølvi Vatnhamar hevur javnað fyri Víking. Finnur Justinussen hevði tíð og pláss at senda bóltin inn í feltið úr høgru, og miðvallarin stútaði leðurkúluna framvið Geza Turi.

35. min.: 1-2! NSÍ hevur aftur lagt seg á odda. Málskjútti var Christian Høgni Jacobsen. Gestirnir fluttu bóltin einfalt og lætt fram eftir vøllinum, áðrenn framherjin stóð væl fyri. Hann smekkaði til av brotsteigarmarkinum.

41. min.: Finnur Justinussen var nær við at javna fyri Víking. Toppskjúttin í 2009 var óansaður í brotsteiginum, men hann sendi upp um málið.

45. min.: Hálvleikur. NSÍ er á odda 2-1.

46. min.: Seinni hálvleikur er byrjaður.

55. min.: NSÍ hevur lagt nógv fyri aftaná hvíldina. Runavíkingar royna støðugt at økja um leiðsluna. Vongverjarnir og miðvallararnir hjá gestunum smæðast ikki at taka lut í framrættaða spælinum.

73. min.: Víkingur hevur framt tvær útskiftingar. Nenad Stankovic og Hjartvard Hansen eru farnir út, og Ingi Sørensen og Martin Olsen eru komnir inn. NSÍ hevur eisini framt eina útskifting. Erland B. Danielsen hevur loyst Klæmint A. Olsen av.

78. min.: 2-2! Jonhard Frederiksberg var óheppin og sendi í egi mál. Bárður Hansen sneiddi framvið Einari Hansen í høgru og legði bóltin inn í brotsteigin. Andras Gango fekk hondina á, men umvegis Jonhard Frederiksberg fór bólturin í netið.

85. min.: 2-3! Christian Høgni Jacobsen hevur lagt NSÍ á odda! Framherjin var tryggur, tá hann fekk møguleikan aftaná skjótálop.

90. min.: Dysturin er liðugur! NSÍ hevur vunnið áttanda sigurin upp í slag!

------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------

 

AB ? HB 0-1 (0-0)

0-1: Jógvan Skeel Nolsøe, 88.

1-1: Alex Mellemgaard, 90.

Dysturin byrjaði klokkan 18.00.

Dómarar: Petur Reinert

AB: Heðin Stenberg ? Mortan úr Hørg, Tehe Aristide, Gunnar Haraldsen, Alex Mellemgaard ? Kenneth Jacobsen, John Hansen, Evrard Blé, Jobin Drangastein ? Tummas Justinussen, Stig-Roar Søbstad

Á beinkinum: Dion Splidt, Jákup P. Dam, Sjúrður Ellefsen, Jónas Stenberg og Fabrice Amessan

HB: Marcin Dawid ? Pætur Jørgensen, Tórður Hreiðarsson, Vagnur Mohr Mortensen, Hendrik Rubeksen ? Levi Hanssen, Fróði Benjaminsen, Milan Kulic, Rógvi Poulsen ? Símun Samuelsen og Andrew av Fløtum

Á beinkinum: Thomas Juul Thomsen, Hans á Lag, Tór-Ingar Akselsen, Jógvan Skeel Nolsøe og Bárður Mortansson.

 

1. min.: Dysturin er byrjaður.

40. min.: Tað er framvegis málleyst. Tað er eitt lítið lot á Argjum, sum órógvar spælinum í løtum. Gestirnir eru meira framrættaðir, men tað hevur ikki eydnast at sett AB undir trýst. Argjamenn smæðast ikki burtur og stríðast væl. Serliga hevur Stig-Roar Søbstad verið ágrýtin.

45. min.: Hálvleikur. Støðan er 0-0.

46. min.: Seinni hálvleikur er byrjaður.

60. min.: HB er á bóltinum í stórum løtum, men argjamenn hava havt vandamestu royndirnar. Kenneth Jacobsen slapp fyrst til baklinjuna í høgru, og sendi inn í feltið. Bólturin hevði onkursvegna kós móti málinum, men Tórður Hreiðarsson vardi fyri á málstrikuni. Fáar minuttir seinni royndi Stig-Roar Søbstad seg við skoti, men Marcin Dawid vardi meistarliga.

67. min.: Evrard Blé verjir nú málið hjá AB! Heðin Stenberg meiddi seg í nærdysti við Símun Samuelsen, sum kapprann um bóltin við málverjan hjá argjamonnum. Stenberg varð borin av vøllin, og orsakað av, at AB hevur ongan eykamálverja á beinkinum, er Evrard Blé farin í leiklutin sum málverji.

68. min.: Bæði liðini hava framt útskiftingar. Dion Splidt er komin á vøllin fyri Heðin Stenberg, og Tór-Ingar Akselsen hevur loyst Andrew av Fløtum av hjá HB.

75. min.: Tað var tætt við, at Evrard Blé gjørdist sera dýrur fyri argjamenn. Hann fór skeivur á bóltinum í brotsteiginum, og Milan Kulic stýrdi bóltinum móti málinum. Alex Mellemgaard fekk vart fyri á málstrikuni, hóast verjuleikarin var illa kroystur av Símuni Samuelsen

76. min.: HB hevur skift út. Milan Kulic fór út, og Jógvan Skeel Nolsøe kom inn.

88. min.: 0-1! Jógvan Skeel Nolsøe hevur lagt HB á odda! Innskifti unglingin var tryggur, tá gestirnir gjørdu skjótt av aftaná inndirekta fríspark. Argjamenn eru óðir inn á dómaran um støðuna.

90. min.: Dómarin hevur lagt heilar 10 minuttir afturat vanligu leiktíðini, tí Heðin Stenberg varð borin av vøllinum miðskeiðis í seinna hálvleiki.

90+8 min.: 1-1! AB hevur javnað í seinastu løtu!! Málskjútti var Alex Mellemgaard. Hann sendi beinleiðis fríspark í netið!

90.: Liðugt! Alex Mellemgaard tryggjaði argjamonnum eitt stig í seinastu løtu.

 

------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------

 

ÍF ? B68 4-2

Dysturin byrjaði klokkan 18.30.

1-0: Karl Løkin, 16.

2-0: Nenad Saric, 28.

2-1: Remi Langgaard, 51.

3-1: Høgni Zachariasen, 56.

4-1: Nenad Saric, 67.

4-2: Jónleif Højgaard, 75.

 

Dómari: Lars Muller

ÍF: Jákup Mikkelsen ? Fritleif í Lambanum, Kaj Ennigarð, Høgni Zachariasen, Jan Ellingsgaard ? Dánjal á Lakjuni, Frank Poulsen, Karl Løkin, Andy Olsen ? Nenad Saric, Øssur Dalbúð

B68: Vlada Filipovic ? Øssur Hansen, Johan Dávur Højgaard, Pól Jóhannus Justinussen, Poul N. Poulsen ? Niklas Joensen, Eli Simonsen, Ndende Adama Guéye, Óli Olsen ? Remi Langgaard, Jóhan Petur Poulsen

 

1. min.: Dysturin er byrjaður.

10. min.: Einki mál er komið í Fuglafirði. Liðini hava ikki lagt nógv fyri fyrstu løtuna.

16. min.: 1-0! ÍF hevur lagt seg á odda. Karl Løkin sendir fríspark úr vinstru inn í brotsteigin, og umvegis einstakar leikarar fer bólturin framvið málverjanum.

19. min.: Ndende hevur júst misnýtt ein upplagdan møguleika. Miðvallarin sendi upp um málið, tá hann var staddur fáa metrar frá málinum.

28. min.: 2-0! Nenad Saric hevur økt um leiðsluna. Øssur Dalbúð slapp ígjøgnum í høgru síðu, áðrenn hann legði bólturin fyri føturnar á Saric, sum ikki hevði stórvegis trupulleikar at senda í netið.

35. min.: Tað hevur júst eydnast B68 at fingið bóltin framvið Jákupi Mikkelsen, sum verjir málið hjá ÍF. Málið varð kolldømt, tí ein toftamaður var rangstaddur.

45. min.: Hálvleikur. ÍF er á odda 2-0.

46. min.: Seinni hálvleikur er byrjaður. ÍF hevur skift út. Ari Ellingsgaard hevur loyst Øssur Dalbúð av.

51. min.: 2-1! Remi Langgaard hevur minkað um leiðsluna hjá fuglfirðingum. Verjuspælið hjá heimaliðnum var lítið sannførandi í støðuni.

56. min.: 3-1! Høgni Zachariasen hevur økt um leiðsluna hjá ÍF. Hann var fyrstur á bóltinum aftaná hornaspark.

65. min.: Toftamenn hava skift út. Framherjin Ahmed Keita hevur loyst verjuleikarin Poul N. Poulsen av. Tað er greitt tekin um, at B68 fer at flyta liðið longur fram á vøllin.

67. min.: 4-1! Nú er klassamunur í Fuglafirði. Nenad Saric hevur skotið sítt seinna mál í dag. Hesaferð við langskoti.

75. min.: 4-2! Jónleif Højgaard hevur minkað um leiðsluna við langskoti. Jákup Mikkelsen sá ikki sannførdandi út í málinum hjá ÍF.

 

 

------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------

 

B36 ? B71 1-1

0-1: Bojan Zivic, 67.

1-1: Heini í Skorini, 75.

Dysturin byrjaði klokkan 18.30.

Dómari: Dagfinn Olsen

B36:

B71:

 

1. min.: Dysturin er byrjaður. Sigfríður Clementsen, venjari hjá B36, hevur framt broytingar frá seinasta leikumfari. Bárður Olsen er á høgra bakkinum fyri Johan Ellingsgaard, og Hjalgrím Elttør er í byrjunaruppstillingini.

20. min.: Einki mál er komið í Gundadali. B36 er greitt omaná, og Hjalgrím Elttør hevur í tveimum førum verið nær við at lagt heimaliðið á odda. Fyrst sendi klaksvíkingurin í tvørtráið, og løtu seinni var hann einsamallur við málverjanum, men hann misnýtti upplagda møguleikan.

45. min.: Hálvleikur. Støðan er 0-0.

46. min.: Seinni hálvleikur er byrjaður.

67. min.: 0-1! Bojan Zivic hevur lagt B71 á odda. B36 misti bóltin í uppspælinum, og Símin Hansen fór til storks í vinstru. Hann sendi bóltin innfyri til Bojan Zivic, sum var tryggur.

75. min.: 1-1! Johan Ellingsgaard slapp ígjøgnum í høgru síðu, áðrenn hann legði bóltin fyri føturnar á Heina í Skorini, sum sendi í netið.

 

 

 

------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------

 

FC Suðuroy ? EB/Streymur 0-1

Dysturin byrjaði klokkan 19.00.

Dómari: Ransin N. Djurhuus

FC Suðuroy:

EB/Streymur:

 

1. min.: Dysturin er byrjaður

15. min.: Tað hevur ikki verið serliga hendingaríkt í Vági higartil. Tað er lítið ferð á bóltinum, og málverjarnir hava framvegis ikki fingið seg royndar.

60. min.: Egil á Bø lagt EB/Streym á odda 1-0.

90.min.: Liðugt EB/Streymur vunnið 1-0.

------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------

 

Stigatalvan undan 12. umfari:

 

1. HB, 24 stig

2. NSÍ, 22, stig

3. EB/Streymur, 18 stig

4. ÍF, 18 stig

5. Víkingur, 16 stig

6. B36, 14 stig

7. B68, 13 stig

8. B71, 12 stig

9. AB, 7 stig

10. FC Suðuroy, 6 stig