Vagnur Michelsen
Fyrsta ítróttagreinin, eg sum smádrongur fekk alsk fyri, var kappróður. Búði við Landavegin, men hugurin dró tíðliga oman á eystaru bryggju at hyggja at bátum og skipum, og tá ið eitt systkinabarn fór at stýra 8-mannafarinum Ørvi, vaks róðrarhugurin enn meiri. Trettan ára gamal slapp eg at stýra Sílinum og seinni Ørvi, og sjálvt um hondbólturin knappliga dró meg í Gundadal, og tú varð meira enn bitin av hesum spæli, so var kappróðurin altíð í hugaheiminum í summarmánaðunum.
Vit gleddu okkum til hvørja ólavsøku, tá ið kappróðrarbátar úr hvørjum heraðshorni í Føroyum komu til Havnar at rógva á ólavsøku. Hæddarpunktið hjá okkum ungu var at leita oman á Kongabrúnna at hyggja at kappróðrarbátunum, sum allir stóðu har til framsýningar ólavsøkudagarnar. Bara at sleppa at nema við 10-mannafarið Sumbingin ella ein av hinum kendu bátunum bjargaði mest sum ólavsøkuni.
Útvarp Føroya við Niels Juul Arge útvarpsmanni á odda setti serligan dám á kappróðurin við frálíkum frásagnum. Niels Juul var eitt skifti formaður í Havnar róðrarfelag og skrivaði bókina Drekan. Miðskeiðis í 70-árunum tók Jógvan Arge við eftir pápan, og hevur hann í ein mansaldur sett sín dám á kappróðurin við meistarligum frásagnum. Nú er alt hetta róðrarsøga, tí Jógvan Arge starvast ikki longur í Sortudíki. Eingin ivi um, at Útvarp Føroya í meira enn fjøruti ár var við at menna kappróðurin kring landið.
Beinleiðis sjónvarpsmyndir
Tað tøkniliga í samfelagnum mennist við fúkandi ferð, og hetta er eisini komið føroyskum kappróðri til góðar. Í 2004 syrgdi toftamaðurin Gunnar Hansen fyri, at róðrarúrslitini nakrar minuttir eftir hvønn róður sóust á heimasíðuni Drekanum. Seinni vórðu hesi úrslit eisini send hinum fjølmiðlunum. Ja, hann snikkaði eisini saman sms-skipan, har úrslitini komu á fartelefonina, sekundir eftir úrslitini vóru skrivað á telduna í málbilinum.
Men tað tøkniliga steðgaði ikki her. Kringvarp Føroya hevur í 3-2 sendingunum framleitt frálíkt kappróðrartilfar við myndum og frásagnum. Í ár er so tað meistarliga frambrotið framt, at tú kanst síggja allar FM-róðrarnar beinleiðis á telduskíggjanum, hvar í heiminum tú ert. Havi sæð allar seks FM-róðrar í ár á henda hátt, og eg má siga, at tað er ótrúligt, at hetta kann lata seg gera.
Eg havi serligan áhuga í tí taktiska í kappróðrinum, og nú hevur tú róðrarnar beint framman fyri tær á stórum telduskíggja og kanst eygleiða og gera niðurstøður, sum tær lystir. Hetta droymdi tú um fyri fleiri árum síðani.
Róðrarfrásagnirnar eru framvegis góðar, tó annar stílur, enn tá ið Niels Juul og Jógvan Arge ráddu fyri borgum. Suni Merkistein og Solby Eliasen klára seg væl, og funnin frensur er viðmerkjarin Ludvík við Stein, sum í nógv ár róði við Eysturoyingi. Eisini riggar væl, at viðmerkingar koma frá rógvarum, sum júst eru komnir í dráttin eftir vunnan róður.
Øll frásøgufólkini vita nógv um føroyskan kappróður, tó kundi tú ynskt tær, at tey settu seg enn meira inn í føroyskan kappróður. Her hugsi eg um nýggjar bátar, manningar og feløg, sum er frálíkt tilfar at taka til millum róðrarnar.
Hjartasuffið í hesi grein er barnaróðurin. Í fyrraárið var sagt, at føroyskur kappróður var í kreppu, tí bátatalið minkaði. Í 2009 kunnu vit staðfesta sólskinsøguna, at heili 33 barnamanningar hava róð í summar, sum næstan er helvtina av róðrarflotanum.
Feløg hava skilt, at skulu tey manna bátar í framtíðini, so má byrjast við barnaróðri. Vit skulu øll lofta hesari menning og vísa barnaróðrinum serligan áhuga. Í 2010 vísir Kringvarp Føroya sjálvandi eisini beinleiðis sjónvarpsmyndir frá barnaróðrinum. Ella kunnu barnaróðrarnir bandast og sendast í steðginum millum FM-róðrarnar, tí tað tekur bara millum tveir og tríggjar minuttir at avgreiða ein barnaróður.