Beinleiðis: SÍ er føroyameistari

Fylg FM finaluni hjá monnum beinleiðis á in.fo

Í dag verða føroyameistararnir í flogbólti funnir, tá seinnu FM-finalurnar verða leiktar í Høllini á Hálsi í Havn.

 

Kl. 13.30 verður mansfinalan millum SÍ og Fleyr. Fyrra finalan Skírhósdag endaði við einum sigri til SÍ upp á 3-1. (18-25,25-14,25-22 og 25-19). 

 

Kl. 15.30 verður kvinnufinalan millum Dráttur og Fleyr. Fleyr vann fyrru finaluna 1-3 (20-25,10-25,25-13 og 13-25).

 

Gylta settið
Um mansliðið hjá Fleyr ella kvinnuliðið hjá Drátti vinna finalurnar í dag, verður leitk eitt Gylt sett, sum so avgerð FM-heitið.

 

Spælt verður upp í 15, men tó skulu verða 2 stig á muni. Vinnarin av settinum er Føroyameistari 2015/16.

 

Fyrsta sett er í løtuni í gongd, og vit fylgja dystinum beinleiðis.

 

STØÐAN 3-0 til SÍ (Fyrsta sett 25-21, Annað sett 25-19, Triðja sett 27-25)

 

Triðja sett:

27-25 til SÍ: So er SÍ Føroyameistari. SÍ vann tað sera spennandi triðja settið við 27 stigum móti 25, og harvið finaluna 3-0. Serliga eyðsýndur hjá SÍ hevur Jón Joensen verið.

 

24-24: Suverent tað mest spennandi settið er í gongd í løtuni, og er støðan 24-24 javnleikur.

 

22-20 til Fleyr: Nógv bendir á, at Fleyr fer at vinna annað sett. Teir eru nú á odda 22-20.

 

20-19 til Fleyr: Nú er tað Fleyr sum er omaná í triðja settið. Teir eru á odda 20-19 nú.

 

17-16 til SÍ: Tað gongur framvegis javnt fyri seg í triðja settið, og nú er tað SÍ sum er við yvirlutan. Støðan er nú 17-16 til SÍ.

 

13-11 til Fleyr: Tað gongur javnt fyri seg í triðja settið, og tað er framvegis Fleyr sum hevur munin í settinum. Støðan er nú 13-11 til Fleyr. 

 

7-5 til Fleyr: Fleyr er komið nógv betri inn í triðja sett, enn teir eru til hini settini. Fleyr er nú á odda 7-5. 

 

3-2 til SÍ: Fyri fyrstu í dag eydnaðist tað Fleyr at koma 1-0 í einum settið. SÍ er tó á odda 3-2 í løtuni og stevnir beint móti FM heitinum. 

 

Annað sett: 

25-19: Nú er støðan í dystinum 2-0 til SÍ. SÍ hevur júst nú vunnið annað sett 25-19, og nú líkist FM einum greiðum FM vinnara í 2015.

 

21-13 til SÍ: Nú dregur SÍ frá aftur, og tað skal ganga heilt illa, um teir ikki eisini vinna annað sett. Støðan er nú 21-13 til SÍ.

 

16-12 til SÍ: Fleyr er komið betur við aftur, men framvegis hevur SÍ ein rímuliga greiðan mun. 

 

13-8 til SÍ: SÍ er framvegis greitt omaná ímóti Fleyr og líkist einum klárum FM vinnara sum seinni í dag skal finnast. Støðan í løtuni er 13-8 til SÍ.

 

6-4 til SÍ: Fleyr er nú komið betur inn í settið, og er støðan nú 6-4 til SÍ. Fleiri servufeilir hava eyðkent settið, og eru helst nervar uppá spæl hjá báðum liðum. 

 

4-0 til SÍ: SÍ hevur lagt út sum eitt ódnarveður í øðrum settið og er longu á odda 4-0. Fleyr hevur fyri løtu síðani tikið time-out. 

 

Fyrsta sett:

Liðugt 25-21: SÍ er nú á odda 1-0 í seinnu FM finaluni móti Fleyr. Teir hava fyri løtu síðani vunnið fyrsta sett 25-21. SÍ var sum heild á odda størsta partin av settinum.

 

23-19: Fleyr er nú av álvara komið inn aftur í fyrsta sett, men spurningurin er um tað ikki er ov seint. SÍ er á odda 23-19.

 

20-13: Tað líkist alsamt einum SÍ sigri í fyrsta settið. Støðan í løtuni er 20-13 til SÍ.

 

Tað er SÍ sum er omaná í fyrsta settið. Støðan í løtuni er 16-11 til SÍ.

 

16-11: til SÍ. 

 

Leikarar hjá SÍ:

1. Oskar í Haraldsstovu

2. Jóhan Petur á Stongum

3. Ólavur Jensen

4. Oddur í Haraldsstovu Petersen

5. Rajko Petrovic

6. Jón Weihe Simonsen

7. Niels Erik Anderson

8. Suni Juul Pedersen

9. Jón Joensen

10. Kasper Lorenzen

11. Jón Nielsen

12. Rúni Christiansen

14. Julian Vest Niclasen

 

Leikarar hjá Fleyr:

1. Sjúrður Niclasen

2. Hans Fróði Jensen

3. Hjalmar Joensen

4. Bergur Rask Olsen

6. David Hentze

7. Jan Hentze

9. Rói Hentze

10. Rasmus Potts

11. Jóhan Árni Elisson Wang

12. Heini Weihe

13. Niels Pauli Rasmussen

14. Uni Jacobsen