Beinleiðis í sjónvarpi

(Sarajevo): Lokala sjónvarpsrásin í Sarajevo, Uzivo, vísir allar dystirnar frá Challenge-Trophy kappingini beinleiðis. Talan er um eina fylgisveinarás, og tí er als ikki óhugsandi, at føroyskir sjónvarpshyggjarar við røttu útgerðini eisini kunnu fanga livandi myndirnar úr Bosnia.