Beinleiðis: Zelenskyj heldur røðu í Norðurlandaráðnum

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, er gestarrøðari í Norðurlandaráðnum, sum heldur fundir í Reykjavík í Íslandi í hesum døgum.

Her verður hann gestarøðari og hevur fundir við norðurlendsku forsætisráðharrarnar.

 

Norðurlandaráðið er samstarvsstovnur fyri tingini í Norðurlondum. Samstarvið fevnir um Danmark, Norra, Svøríki, Finnland og Ísland umframt Grønland, Føroyar og Áland.

 

Í felags yvirlýsing siga forsetin í Norðurlandaráðnum, Bryndís Haraldsdóttir, og varaforsetin, Oddný G. Harðardóttir, at Norðurlandaráðið er kennir vitjanini hjá Zelenskyj sum ein heiður.

 

- Tað ger okkum bæði errin og fegin at síggja, at norðurlendski stuðulin til Ukraina er so sterkur og avgjørdur tvørtur um allan partapolitikk. Síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina í 2022, hava Norðurlond virkið stuðlað Ukraina í teirra stríði.

 

##med2##

 

Volodymyr Zelenskyj heldur røðu fyri Norðurlandaráðnum á fundi í Reykjavík júst nú (røðan er nú liðug). Føroyska merkið sæst aftan fyri ukrainska forsetan. Far fram til -11:50, har byrjar røðan hjá Zelenskyj

 

 

 

Seinastu árini hevur Norðurlandaráðið sett fleiri átøk í verk fyri at stuðla Ukraina, stendur á heimasíðuni.

 

Her kemur eisini fram, at tað er umráðandi fyri Norðurlandaráðið at halda fram við arbeiðinum at minna fólkið á, hví tað er umráðandi framhaldandi at stuðla Ukraina.

 

Grundgevingin ljóðar soleiðis, at "vit mugu vera tilvitað um, at russisk propaganda støðugt breiðir seg her í Norðurlondum".

 

- Arbeiðið fyri fólkaræði, rættarsamfelag og mannarættindum er ein týðandi partur av altjóða strategiini hjá Norðurlandaráðnum, og tað fevnir eisini um sterkan stuðul til Ukraina, sigur stjórin í Norðurlandaráðnum, Kristina Háfoss, á heimasíðuni.

 

##med3##

 

/Ritzau/

 

Kristina Háfoss er stjóri í Norðurlandaráðnum