Belgiskar vaflur og VAR dramatikkur

Champions League: Club Brugge tekur øll á bóli, meðan dómarin kom í andglettin í Milano

Fyrstu dystirnir í 3. umfari í bólkaspælinum í Champions League hava verið. Tað vóru óvæntaði úrslt, tað vóru stórsigrar og VAR-dramatikkur í kvøld.

 

Bólkur A:

 

Napoli vann ikki minni enn 6-1 í Amsterdam móti Ajax. Tað var annars heimaliðið, sum kom á odda, men tað stóð ikki við. Napoli hevur fult stigatal og álopsspælið riggar avbera væl. Ajax er enn á trimum stigum og spæla aftur móti Napoli komandi umfar.

 

Tað var eitt ávíst trýst á Liverpool undan dystinum móti Rangers, men longu aftaná sjey minuttir sendi tann í løtuni so nógv útskeldaði Trent Alexander-Arnold eitt fríspark í málið. Mohamed Salah staðfesti sigurin í seinna hálvleiki við brotssparki.

 

Ajax – Napoli 1-6

 

Liverpool – Rangers 2-0

 

Bólkur B:

 

Belgiska Club Brugge er púra óvæntað oddalið í bólkinum við níggju stigum fyri tríggjar dystir. Teir fingu í kvøld vitjan av Atletico Madrid, sum á pappírinum er sterkasta liðið í bólkinum, men heimaliðið vann 2-0.

 

Í hinari uppgerðini vann FC Porto 2-0 á gestunum úr Bayer Leverkusen. Margháttligasta støðan í dystinum var í fyrra hálvleiki, tá FC Porto helt seg skorað, men málið bleiv kolldømt tí tað var hond á bóltinum í hinum brotsteiginum. Bayer Leverkusen brendi brotssparki. Fyri uttan Club Brugge hava øll liðini trý stig í bólkinum.

 

Club Brugge – Atletico Madrid 2-0

 

FC Porto – Bayer Leverkusen 2-0

 

Bólkur C:

 

Bayern Munchen vann greiðan 5-0 sigur á Viktoria Plzen og hevur kós móti endaspælinum. Í Milano var dramatikkur. Inter Milan skoraði beint fyri hálvleiki, og FC Barcelona fekk eitt mál kolldømt fyri hond.

 

Løtu seinni fór bólturin í hondina á einum spælara hjá Inter Milan, men hóast VAR hugdi eftir hendingini, so bleiv tað ikki til brotsspark. Eftirfylgjandi eru upptøkur vístar, sum vísa at bólturin fór í hondina. FC Barcelona hevur nú trý stig, meðan Inter fer upp á seks.

 

Bayern Munchen – Viktoria Plzen 5-0

 

Inter Milan – FC Barcelona 1-0

 

Bólkur D:

 

Mest avgerandi dysturin í hesum bólkinum var millum Marseille og Sporting Lisbon. Suðurfranska stórfelagið, sum enn er einasta franska felagið at vinna kappingina, skuldi vinna á odda liðnum í bólkinum. Tað gjørdu teir við 4-1 eitt sigri og nú er alt møguligt í bólkinum.

 

Eintracht Frankfurt og Tottenham spældu málleysan javnleik og hava nú fýra stig í part, meðan Sporting við sínum seks stigum er oddalið í bólkinum, samstundis sum hetta vóru fyrstu stigini hjá Marseille.

 

Marseille – Sporting Lisbon 4-1

 

Eintracht Frankfurt – Tottenham 0-0