Belgiumaður fylgir føroyskum fótbóltskvinnum

Heimasíðan Soccerway fylgir væl við í kvinnufótbóltinum í Føroyum. Á heimasíðuni eru dagførd úrslit og upplýsingar um føroyskan kvinnufótbólt


Heimasíðan Women Soccerway fylgir væl við í føroyskum kvinnufótbólti. Heimasíðan hevur øll dagførd úrslit, støðu og aðrar upplýsingar um føroyskan kvinnufótbólt.
Tað er belgiumaðurin Hans Ijsbrandy, sum skrivar um føroyskan kvinnufótbólt fyri Soccerway. Hann er fótbóltsdómari og er sera áhugaður í kvinnufótbólti.
- Soccerway hevur 10 milliónir síðuvísingar um mánaðin, og heimsíðan telist millum 20 tær mest brúktu fótbóltssíðurnar á netinum, sigur Hans Ijsbrandy.
Soccerway skrivar um allar fótbóltskappingar í Europa, og á síðuni um føroyskan kvinnufótbólt eru
leikarahópar frá fleiri feløgum, hagtøl um feløgini. Og eftir hvørt umfar í landskappingini er frásøgn við myndum frá einum dysti og hagtøl frá øllum hinum dystunum.
Størsta úrslitatænasta í heiminum
Tað, sum Soccerway skrivar um kvinnufótbólt kring allan heimin, er mest umfatandi dekningurin av kvinnufótbólti, sum finnist á internetinum.
Dentur verður serliga lagdur á norðurlendsku kappingina, men Soccerway fer eisini víða til nógv onnur lond.
Samanlagt verður fylgt við í 380 ymiskum kappingum í meira enn 100 londum. Dagføringar verða gjørdar allatíðina, og útslitatænastan er tann støra í heiminum.
Tey, sum hava hug at leggja leiðina fram við síðuni, kunnu klikkja seg inn á www.women.soccerway.com