Bellamy Brothers gleða seg at koma til Føroya

Bellamy Brothers ánaðu ikki, at tað var nakað sum æt Føroyar. Heilt av tilvild, tá ið teir spældu í Danmark, vórðu teir bjóðaðir til Føroya, og líka síðani tá, hava teir fegnir viljað komið aftur. Og í ár verður tað so, tá ið teir mitt í septembur skulu spæla ávíkavist í Tórshavn og á Tvøroyri

-Veðrið var løgi. Tað regnaði, kavaði, var nógvur vindur, var nógv sól og so brádliga var stilli, tá ið vit koyrdu frá flogvøllinum.
Orðini eigur Howard Bellamy, ið er ein av tiltiknu Bellamy Brothers. Hann minnist aftur á sína fyrstu ferð í Føroyum. Og serliga minnist hann aftur á okkara rættiliga tiltikna veður. Hóast hann frammanundan ferðini til Føroya hevði fingið at vita, at tað kundu verða allar árstíðirnar í einum degi, vildi hann ikki ordiliga trúgva tí, men nú tá ið hann hevur fingið sjón fyri søgn, fer hann avgjørt at pakka kuffertið eftir umstøðunum.
Men tað er ikki sum ferðafólk, at Bellamy Brothers vitja landið í septembur. Teir skulu hava tvær konsertir, eina í Tórshavn og eina á Tvøroyri, og spurdir um, hvat ein kann vænta av konsertini, siga teir avgjørdir, at tað fer at verða ein fjølbroytt konsert.
-Vit hava eina langa yrkisleið og nógvar fløgur aftanfyri okkum, so vit hava nógv tilfar at velja burturúr. So ein kann vænta alt frá popp til country til gospel tónleik. Sjálvandi verða okkara heilt stóru hitt eisini á skránni, sigur Howard Bellamy.

Hava verðsins besta arbeiði
Bellamy Brothers hava verið til í nógv ár eftirhondini. Teir byrjaðu seint í 60unum, og teir eru enn so aktivir, at teir júst eru farnir undir enn eina konsertferð kring heimin. Tað er í hesum sambandi, at teir koma til Føroya.
-Vit hava hetta vikuskiftið verið í Karibia. Har var deiliga heitt. Í næstum fara við á ferð kring USA, so koma vit til Evropa, og tað er tá, at vit koma aftur til Føroya, sigur Howard Bellamy.
Spurdir um teir ikki skjótt eru troyttir av at liva í einum kufferti, siga teir avgjørt nei.
-Okkara tónleikur hevur givið okkum meira, enn vit nakrantíð høvdu kunnað ímyndað okkum. Vit hava verið allastaðni í verðini, og vit hava upplivað so nógv, at vit hava avgjørt heimsins besta starv. Ein skuldi í øllum førum verið svakur, um ein bara helt uppat at spæla, og fekk sær eitt vanligt arbeiði. Tað ætla vit okkum í øllum førum ikki at gera, so um Guð vil, so steðga vit ikki í bræði, sigur Howard Bellamy.

Størsta løtan í útvarpinum
Tá ið ein hevur havt so langa yrkisleið, og verið við til so nógv, sum Bellamy Brothers hava, so má tað avgjørt verða onkur løta, ið hevur serligan týdning fyri brøðurnar. Og hóast Howard heldur, at tað er torført at velja burturúr so nógvum góðum og gevandi løtum, so kann hann ikki lata verða við at hugsa um fyrstu ferð, hann hoyrdi eitt lag hjá sær í útvarpinum.
-Eg og pápabeiggi mín rótaðu í einum gomlum bili, ið eg júst hevði keypt mær. Vit vóru heima á okkara bóndagarði í Florida, og so spældi útvarpið Let Your Love Flow. Ta løtuna gloymi eg ongantíð aftur. Eg visti ikki, hvat fyri beini eg skuldi standa á, so glaður var eg. Eg arbeiddi í hvussu so er ikki meira upp á handan gamlan skrambluta bilin, minnist Howard aftur á og flennur.

Uppvaksnir við gospel
Næsta fløgan, ið kemur út við Bellamy Brothers, verður ein gospel fløga. Og hetta er ikki heilt av tilvild, tí Bellamy Brothers byrjaðu longu sum heilt lítlir at syngja og spæla í kirkjuni.
-Tað er har vit koma frá tónleikaliga. Sum heilt lítlir stóðu vit frammanfyri fólkum í kirkjuni og sungu og spældu gamlar gospel klassikarar. Hesar sangir hava tískil altíð ligið okkum sera nær at hjartanum, men vit hava ongantíð upptikið eina gospel fløgu fyrr, so nú hildu vit, at tað var upp á tíðina, sigur Howard Bellamy.
Hóast tað eru teir góðu gomlu klassikarirnir, ið Bellamy Brothers dáma best, so er nýggja fløgan ikki fylt við gomlum sangum men við spildur nýggjum løgum, ið Howard sjálvur hevur skrivað tað mesta av.
-Vit halda sjálvir at nýggja fløgan er fylt við spennandi nýggjum gospel tilfarið. Hetta er ikki vanligt gospel tilfar við stórum kóri, men okkara egni máti at gera tað upp á, sigur Howard Bellamy.
Nýggja fløgan kemur út í summar og hevur enn ikki fingið nakað navn. Hin Bellamy beiggin eitur David.