Ben Arfa í staðin fyri Saha

Í gjár kom fram, at Louis Saha kortini ikki kemur við franska landsliðnum til Føroya.

Louis Saha hevur fingið ein knæskaða at dragast við, og hetta hevur givið pláss til ein nýggjan mann í hópinum. Franski landsliðsvenjarin kunngjørdi í dag, at valið er fallið á Hatem Ben Arfa. Bert 20 ára gamli Ben Arfa spælir til dagliga við fronsku meistarunum úr Lyon, og verður mettur at vera ein kvikur vongleikari. Ben Arfa, sum áður hevur verið í sambandi við Manchester United, hevur við nógvum málum á yngru fronsku landsliðunum víst, at hann er ein málfarligur harri.