Ben-Jammin er ein ungur jassbólkur úr Føroyum, ivaleyst tann einasti ungi jassbólkurin í Føroyum, og bólkurin hevði ikki verið til, var tað ikki tí YNJC skuldi vera. Ólavur Olsen hevur heitt á teir fýra, ið manna bólkin, um at luttaka í kappingini. Teir spæla allir til dagligt í Tórshavnar Big Band og kennast væl. Tí byrja teir ikki á berum.
Benjamin Petersen er gittarleikari í bólkinum og hevur somuleiðis skrivað øll løgini. Hann kallar stílin fyri eksperimentarandi melodiskan jass. Benjamin gjørdist kendur í Føroyum, sum tann ótrúliga gávuríki ungi gittarleikarin hjá Brandi Enni. Hann hevur síðan tíðina við Brandi mest fingist við jass eitt nú saman við Arnoldi Ludvíg og Brandi Jakobsen.
Umframt Benjamin er trummu- og ásláttursleikarin Jan Rúni Poulsen, og teir báðir blásararnir Tróndur Olsen, trompet og Dávur Juul Magnussen, trombone. Tróndur spælir í gerandisdegnum ljómborð og trompet í Lama Sea og er saman Dávi ein partur av blásisektiónini í Lawetz. Jan Rúni hevur royndir úr Havnar Hornorkestri.
Limirnir í bólkinum plaga ofta at spæla saman til jam session á Manhattan, og eru allir væl. Samansetingin av bólkinum er eitt sindur annarleiðis. Vanahugsanin spyr, hvar bassleikarin er. Benjamin sigur, at hann veit væl, at hetta er eitt sindur løgið. Men teir kendu ongan bassleikari í rætta aldursbólki, sum spælir jass. Í øllum førum ikki nóg væl. Teir hava bara vænt í eina góða viku, og tí mettu teir tað ikki ráðiligt at taka onkran nýggjan ókendan faktor inn í teirra eind, tað skal jú arbeiðast skjótt. Benjamin heldur fram, at hetta heldur ikki er neyðugt í hesum samanhangi, tí tað ljóðar væl uttan bass.
Teir eru øgiliga spentir til konsertina í morgin. Benjamin sigur, at tað hevði verið ótrúliga deiligt at sloppið at ferðast við tónleiki runt í Norðurlondum, tí her heima ganga teir og keða seg.