Liverpool hevur higartil havt sítt ringasta kappingarár í hesi øldini. Teir eru útslignir í bæði Liga og FA steypakappingunum. Teir liggja á einum 5. plássi í Premier League, 19 stig aftanfyri Arsenal, og hava soleiðis mist møguleikan at vinna nakað heima í Onglandi. Men Liverpool hevur tvey ting eftir at stríðast fyri. Fjórða plássið í Premier League, sum gevur atgongd til Champions League, og so er tað ársins Champions League kapping, sum Liverpool enn er partur av. Tað er tó ikki hissini mótstøðulið Liverpool skal stríðast við. Inter Milan er klárt á odda í Seriu A, og teir hava ikki tapt ein heimadyst í tvey ár. So Liverpool má hála ein sigur heim á Anfield í kvøld, um talan skal gerast um ein samlaðan sigur. Rafael Benitez letst at hava góðar vónir: ?Lagið er gott á leikarunum, væl betri enn fólk ganga og billa sær inn. Leikarnir hjá mær hava sjálvsálit, og eru teir til reiðar til dystin í kvøld, bæði sálarliga og likamliga. Vit vita, at Inter eru góðir, men á einum góðum degi megna vit at vinna á øllum liðum heima á Anfield Road.?