Tað var gott lag í B36-húsinum, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð í landskappingar- og ólavsøkudystinum millum B36 og TB. Eftir eitt heldur misjavnt avrik setti B36 punktum við málum til 2-0 og 3-0 í seinastu minuttunum.
Serliga málið til 2-0 var ein perla av einum dundurskoti frá Benjamini Heinesen. Hann hevði fyrr á degnum gjørt nýggjan sáttmála við B36, sum bindir partarnar fram til fram til kappingarlok 2023.
– Eg ætli mær ikki at spæla nakra aðrastaðni enn í B36, so eg kundi tað sama leingja sáttmálan, sigur Benjamin Heinesen. Hann er við tíðini blivin ein av royndastu spælarunum hjá árstalsfelagnum í Gundadali.
– Hóast hann enn ikki er meira enn 25 ár, so er Benjamin tann av núverandi spælarum okkara, sum eigur flestar dystir á besta mansliðnum. Fyrstu minuttirnar spældi hann í 2012, og higartil er tað blivið til 222 dystir og 30 mál á besta mansliðnum. Fyri tað mesta hevur Benjamin spælt í høgra borði – bæði sum vongur og sum bakkur, men hann kann eisini spæla mitt fyri, soleiðis sum gjørdi tað fleiri dystir undan summarsteðginum, skrivar B36.fo.
Av øðrum, sum hava longt sáttmálan í seinastuni, kunnu nevnast Mattias Lamhauge, Martin Agnarsson, Andrass Johansen, meðan Uros Stojanov og Hákun Edmundsson eru nýggir í felagnum.