Tey gomlu hós- og sunnukvøldini eru afturíafturkomin sum tónleikakvøld. ?Tórskjallari? er eitt nýtt og afturvendandi tónleikatiltak, ið hevur búgv í kjallaranum í Tórshøll. Hvørt hós- og sunnukvøld verður fjølbroyttur tónleikur at hoyra í ?Tórskjallaranum?. Hóskvøldið hoyrdu vit Benjamin Petersen spæla saman við dugnaligum ljómliði og Eivør Pálsdóttir, gestasolistur, syngja í kjallaranum í Tórshøll
Ætlanin við hóskvøldum og sunnukvøldum er, at Tórskjallarin bjóðar fram karmar til ymisk tónleikaátøk. Hóskvøldið hýsti Kjallarin í Tórshøll eitt tónleikatiltak, ið Jazzfelagið hevur fyriskipað. ?Jazzfelagið? byrjaði í sjeyti-árunum við Kristiani Blak á odda og hevur skipað fyri tónleikatiltøkum líka síðan.
Gott huglag var í ?Tórskjallaranum?, sum var fullur við spentum áskoðarum, longu áðrenn tiltakið var byrjað. Tiltakið byrjaði klokkan nýggju og endaði klokkan hálvgum ellivu. Benjamin Petersen spældi saman við sínum ljómliði, og Eivør Pálsdóttir sang nakrir sangir saman við teimum.
Benjamin Petersen gav áskoðarunum eina smakkroynd av sínari fyrst fløgu ?Benjamin?, ið stutt síðani er útgivin. Benjamin, bert 19 ára gamal, er rokkin langt innan tónleikaverðina. ?Benjamin? er fyrsta fløga hansara, men aðrar stórar royndir mynda hansara lív innan tónleikin. Benjamin hevur verið á konsertferð við Eivøri Pálsdóttir, ið kann sigast er vorðið eitt stórt tónleikanavn í Norðurlondum. Stórar ætlanir eru eisini fyri framman hjá hesum evnaríka unglingum við hansara egna tónleiki.
- Evropa er mítt næsta mál, sigur hann við góðum vónum. Benjamin fyrireikar í samstarvi við Tutl Touring konsertferðir um alt Evropa.
Eivør Pálsdóttir var gestasolistur í hugnaliga kjallaranum í miðbýnum í Havn. Benjamin sigur skemtingarsamur, tá ið hann bjóðar vøkru sangarinnuni upp á pallin. - Nú fara vit øll oman í Tórshøll at lurta eftir Eivør.
Eivør kemur upp á pallin sum tann sermerkta kvinnan, hon er. Í berum bibbum, longum, bláum kjóla og stórum, ljósum hári fyllur hon rúmið út við sínari stóru rødd. Aftan á at Eivør hevði sungið kvøldsins síðsta sang, segði ein skemtingarsamur Benjamin aftan á vakra sangin hjá Eivøri: ? ?Frá nú av kann tað bara blíva verri, so vit enda bara nú?,
Samanumtikið var tiltakið sera væl eydnað við nógvum áskoðarum og eitt sera gott undirhald. Vakra røddin hjá Eivør og framúrskarandi gittarspælið hjá Benjamin lyfti støðið upp. Um nakað neiligt skal sigast um tiltakið í gjárkvøldið, so var hálvur annar tímin var ov stuttur.
Framtíðarætlanir við Tórskjallara
Sosialurin fekk hendur á Georg Eystaná, fyriskipari av tiltakinum og nevndarlimur í felagnum hjá Tórshøll. Georg greiður væl nøgdur frá, hvussu tiltakið bleiv veruleiki og framtíðarætlanir við ?Tórskjallaranum?. Leingi hevur verið longst eftir teimum gomlu hós- og sunnukvøldunum, tá ið føroyingar fóru í býin at hugna sær, men nú er ikki neyðugt at leingjast meira.
Hvørt hóskvøld og sunnukvøld verður góður og fjølbroyttur tónleikur at hoyra í ?Tórskjallaranum?. Djassur, rokkur, balladur og fleiri aðrar sang-sjangrur.verða at hoyra ? ætlanin er tí eisini at húsa fjølbroyttum fólki, greiðir Georg frá, hyggur út í salin og sær, at hetta er longu eydnast. Georg er sjálvur tónleikari og kennir tí væl til trupulleikan við manglandi spælihølum í Havn, og tí verður Jam-session hvørt sunnukvøld, har tónleikarar fáa høvi at royna seg.
Hóskvøld verður konsert við ymiskum fjølbroyttum tónleikarum.
Ikki bara hós- og sunnukvøld verða prýtt við tónleiki í ?Tórskjallaranum?. Í samstarvi við onnur tónleikafeløg eru ætlanir um enn størri tónleikatiltøk komandi summar, men Georg vil ikki út við, hvørjar hesar ætlanir eru enn.