Benjamin Rajani – Hin ágrýtni tónasmiðurin

Ein hin mest ágrýtni tónasmiðurin hjá okkum í hesum døgum er helst Benjamin Rajani.

Tú fært ikki kagað í sosialu miðlarnar, uttan at síggja Benjamin spyrja bæði eitt og annað, um hvat orð merkja, og hvat annars kann gera ein tekst ella eitt lag betri.

Hann hevur í fýra heil ár leitað við lummalykt eftir røttu orðunum, sum kunnu lýsa eygleiðingar og kenslur hansara. Og í mars kemur heildarútgávan Tá hvørt ljós líkist tær, har nýggj løg sum: "Royni enn at gloyma", "Mánakvøld" og "Lívsins balkong" eru á. Avgjört ein útgáva vit gleða okkum at hoyra í fullum líki, og ikki minst, at hoyra Benjamin Rajani framføra hana fyri okkum á G! 2025, við vælmannaðum bólki.

Vanliga avdúka vit eitt navn, á umfatandi skránni fyri G! 2025, hvønn týsdag, men hesa vikuna er Spæl Føroyskt vika, tí práta vit bert um føroysk nøvn og avdúka hvønn dag í vikuni enn eitt frálíkt føroyskt navn. Gleð teg at uppliva Hall Joensen, Marius DC, Beinir, Benjamin Rajani og nógv onnur.

G! verður dagarnar 17.-19. juli í ár. 

##med2##