Tað var klokkan 04:54, at løgreglan fekk boð um, at ein bussur hjá Bygdaleiðum var tikin av vegnum í Kollfjarðadali av eini hvirlu og koppaði út av vegnum. Tað var bussførarin sjálvur, sum boðaði frá óhappinum. Eingi ferðafólk vóru í bussinum, sum ikki var í rutu, men sum var á veg at byrja koyringina í morgun.
– Tað var so nógvur vindur á staðnum, at løgreglufólkini høvdu ilt við at arbeiða har, sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun.
##med2##
Óhappið hendi á strekkinum millum rundkoyringina og Effostøðina í Kollfjarðadali, einar 400 metrar norðan fyri omankoyringina til Búnaðarstøðina.
Seinnapartin í gjár fekk løgreglan fráboðan um, at roykur kom úr einum húsum. Sløkkiliðið fekk boðini, en har var eingin vandi á ferð, tað var onkur, sum hevði kynt í okkurt, sum brann.