Mánadagin gjørdu bæði oljufeløgini, P/F Statoil Føroyar og P/F Føroya Shell, av at lækka bensin- og olju prísirnar. Príslækkingin hevur við sær, at brúkarin fer at rinda 0,40 kr. liturin og 0,15 kr. liturin minni fyri ávikavist bensin og diesel í framtíðini
Kappingarráðið hevur síðan 1999 kannað føroyska oljumarknaðin, og er komið eftir, at prísirnir á bensini og diesel eru hægri í Føroyum enn í grannalondunum, tá hædd verður tikin fyri almennum avgjøldum.
Við støði í frágreiðingini hevur Kappingarráðnum síðan februar mánað verið í samráðingum við P/F Statoil Føroyar. Ætlanin var eisini at umrøða ov høgu prísirnar við hitt stóra oljufelagið í Føroyum, P/F Føroya Shell, men Shell avvísti at samráðast.
Stór sparing
Eftir fleiri samráðingarumfør funnu Kappingarráðið og P/F Statoil fram til eina semju. Úrslitið av samráðingunum varð, at P/F Statoil lækkar bruttovinningin á bensini og diesel til endabrúkaran við ávikavist 0,32 kr. liturin og 0,12 kr.liturin uttan MVG.
Á heimasíðuni hjá Kappingarráðnum verður sagt, at brúkarin fer at merkja príslækkingina sum ávikavist 0,40 kr.liturin og 0,15 kr. liturin.
Avtalan millum P/F Statoil Føroyar og Kappingarráðið er galdandi eitt ár.
Færri støðir
Í Sjónvarpi Føroya mánakvøldið greiddi stjórin á P/F Statoil Føroyar, Niels Juul Nattestad, at príslækkingin fer at hava við sær, at færri Statoil-støðir verða kring landið. Hann kundi kortini ikki siga ítøkiliga hvussu nógvar støðir fara noyddar at lata aftur.