Cristiano Ronaldo er longu har. Tað ljóðar, at Lionel Messi er á veg, og nú er staðfest, at ein onnur legenda, 36 ára gamli, Karim Benzema fer at spæla í bestu saudisku liguni.
Benzema hevur gjørt ein trý ára sáttmála við saudiska meistaraliðið, Al-Attihad sum vann liguna frammanfyri Al-Nassr, har Ronaldo spælir.
Nú bíða vit bert eftir, at Lionel Messi eisini velur tað bankatryggu loysnina í Saudiarabia.