Ber ikki til enn at siga hvat H-bygningurin kostar

Metingarfólk skulu útgreina, hvat tað hevur kostað at byggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum. Metingin er ikki liðug enn.

 

 

Metingarfólk skulu útgreina, hvat tað hevur kostað at byggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum. Arbeiðið er ikki liðugt enn

 

 

 

Tað sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, í svari til Johan Dahl, løgtingsmann, sum hevur sett henni ein grein 52a fyrispurning um málið.

 

Hann spurdi soleiðis:

 

  1. Hvat er endaligi kostnaðurin av umvælingunum í H-bygninginum – og um hesin ikki er tøkur enn, hvat er so mettur kostnaður?
  2. Er fígging tøk til umvælingarnar, sum skulu gerast?
  3. Kann nágreiniliga sigast, hvat er eftir at gera, og hvørt hetta arbeiðið fer í útboð ella verður gjørt upp á rokning?
  4. Nær verður arbeiðið endaliga liðugt, og bygningurin fult nýtiligur?

 

Svar:

 

Til spurning 1

 

Spurt verður um endaliga kostnaðin av umvælingunum í H-bygninginum. Sambært Landsverki, ið hevur byggiharraleiklutin, varð sýnsfrágreiðing latin pørtunum 12. juni 2025. Sýnsfrágreiðingin er gjørd av óheftum metingarfólki. Eftir at sýnsfrágreiðing varð latin pørtunum í málinum, hava partarnir rætt til seta spurningar til niðurstøðurnar, sum metingarfólkið er komið fram til í frágreiðingini. Spurnaumfarið er um at verða av, og hava partarnir fram til 6. november at viðmerkja eyka spurningarnar hjá hvørjum øðrum, tó er ikki greitt fyri pørtunum í málinum, nær metingarfólkið kemur at svara spurningunum.

 

Ein av spurningunum frá Landsverki til metingarfólkið er at fáa metingarfólkið at útgreina kostnaðin. Av hesi orsøk og av tí, at vavið á umvælingunum v.m. ikki er greitt enn, ber sambært Landsverki ikki til at svara, hvat endaligi kostnaðurin av umvælingini verður.  

 

Tað skal tó viðmerkjast, at í sýnsfrágreiðingini eru útreiðslurnar mettar til 14,5 mió. kr., men tað eru sambært Landsverki stórar óvissur knýttar at upphæddini, tí at Landsverk enn kannar vavið av umvælingunum

 

 

 

Til spurning 2

 

Víst verður til svarið til spurning 1, har Landsverk greiðir frá, at tað enn ikki ber til at svara, hvat endaligi kostnaðurin verður. Viðvíkjandi fígging til umvælingarnar kann upplýsast, at 1,6 mió. kr.  eru heimilaðar av verkætlanum á játtanini í 2025, sum hava avlop. Upphæddin verður brúkt til fyrireikandi kanningar og prosjektering og til at gera bráðfeingis ábøtur, fyri at bøta um lekar.

 

Í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2026 eru 15 mió. kr. settar av á høvuðskontuni Landssjúkrahúsið, útbygging, til at umvæla klimaskermin v.m. í H-bygninginum og til gerðarættarmál.

 

Av tí, at málið enn er í fyrireiking, ber tað sambært Landsverki ikki til at svara spurninginum um útreiðslurnar verða í samsvari við játtanina, sum er í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2026.

 

 

 

Til spurning 3

 

Vísandi til svarið til spurning 1, um at sýnið enn er í gongd, hevur Landsverk svarað, at tað í verandi løtu ikki ber til at siga, hvat er eftir at gera. Tá endaligt svar fyriliggur frá metingarfólkinum, verður farið undir at meta um, hvør útboðsháttur er tann rætti, og hvørt ávís arbeiðir skulu gerast uppá rokning ella ikki.

 

Til spurning 4

 

Fyri at kunna svara hesum spurningi um nær arbeiðið er endaliga liðugt, og um nær bygningurin er nýtiligur, hevur tað sambært Landsverki týdning at vísa á, at tað í løtuni eru tvey spor í málinum, sum arbeitt verður við.

 

Tað eina sporið er tað formliga løgfrøðiliga sporið.. Tað snýr seg millum annað um sýn, meting og væntandi gerðarættarmál og tryggingarmál. Talan er um viðurskifti, sum vanliga taka rúma tíð – møguliga 2-3 ár, um málið ikki tekur aðra vend.

 

Hitt sporið fevnir sambært Landsverki um bráðfeingis ábøtur uppá vindeygu og klimaskerm fyri at verja um landsins virði og minka um møguligar skaðar á bygningin av tí, at arbeiðstakarin ikki bøtur um viðurskiftini. Sambært Landsverki tykist hetta sporið at gera týðandi mun, og ætlanin er at fáa viðurskiftini nøktandi, soleiðis at restin av bygninginum kann takast í nýtslu í 2026, so landið kann fáa ágóða av stóru íløguni í H-bygningin.

 

Landsverk fer innan stutta tíð at lata eina neyvari meting og frágreiðing um ætlaðu ábøturnar,  sum síðani innganga í viðgerðina av løgtingsfíggjarlógaruppskotinum fyri 2026.