Hans Andreas og Petra Djurhuus á skránni í kvøld

Í kvøld, leygarkvøldið 25. oktober, hevur Rithøvundafelagið Ritsalon í Gallarí Havnará, har evnið er hjúnini Hans Andreas og Petra Djurhuus

Forkunnuga evnið hesaferð er sprottið úr húsunum, har felagið heldur til: Hans Andriasar hús undir Pisuvarða 2.

 

Hanus Kamban og Margreta Nónklett hava bæði granskað og skriva um hjúnini og fara at hugleiða.

 

Hugnaligi karmurin um ritsalonina verður aftur hesa ferð Gallarí Havnará, ið liggur beint yvirav Hans Andriasar húsi.

 

 

 

Hans Andrias og Petra

 

Hans Andrias skrivaði bókmentir, sum hava fest seg í minninum hjá fleiri ættarliðum av føroyingum, bæði yrkingar, sangir, skaldsøgur og sjónleikir.

 

Petra var kanska ikki so sjónlig, men ikki minni týdningarmikil. Hon var útbúgvin konservatorur og savnsvørður og hevði stóran áhuga í nátturuvísindum og fólkalívsfrøði, t.d. hevði tjóðbúnin hennara stóra áhuga. Petra var eisini høvundur og skrivaði m.a. leikir.

 

Saman vóru hjúnini týðandi partur av mentanarlívinum og løgdu lív og sál í t.d. savnsvirksermi. Tey vóru m.a. við til at bæði fíggja og stovna Náttúrugripasavnið og byggja Bátahøllina.

 

Allastaðni í húsunum síggjast spor eftir teimum, og Rithøvundafelagið heldur tað tí verða hóskandi, at ljós verður varpað á hesi bæði áhugaverdu fólkini.

 

Hans Andrias Djurhuus keypti húsini í 1927, tvey ár eftir, at hann giftist Petru á Botni. Hann búði har til hann andaðist í 1951. Petra varð í húsunum til hon á ellisárum flutti til Nólsoyar.

 

Tiltakið byrjar kl.20.00