Bergur á odda fyri arbeiðsgevararnar

Bergur Poulsen heldur fram sum formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Tað gjørdist greitt eftir, at felagið hevði aðalfund í farnu viku.


Á skránni á aðalfundinum var millum annað val av tveimum nevndarlimum. Fyri val stóðu Atli Gregersen og Bogi Jacobsen, ið báðir tóku við afturvali og vórðu valdir.


Sostatt var lagamanni at skipa nevndina aftaná, ið er óbroytt. Tað vil siga, at Bergur Poulsen heldur fram sum formaður og Høgni Hansen sum næstformaður.


Á fundinum varð ársfrágreiðing felagsins eisini løgd fram, har dentur varð lagdur á trý mál. Tey eru rættindini hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum at skipa síni viðurskiftir uttan íblanding frá politisku myndugleikum, ábyrgdina hjá kommunum ikki at yvirbjóða hvørja aðra yvir evni uttan at taka atlit til kostnaðarstøði og fígging av hesum tænastum, og, at enda, so varð mælt til, at landið arbeiðir fyri fleiri handilsavtalur við onnur lond, skrivar Vinnuhúsið á síni heimasíðu.